FKJ húsmøti, 31. Oktober 2020 (Jesu afturkoma)


Jesu afturkoma

1. Lyftið
Jóh. 14:1—3
Gern. Áp. 1:11
………….

2. Upprykkingin
I. Thess. 4:13—18

Tríggjar prophetiskar fyrimyndir:
Enoch: Gen. 5:24
Elijah: II. Kong. 2:11
Jesus: Mark. 16:19 ; Gern.Áp. 1:9
………….

3. Umbroytingin
I. Cor. 15:51—52 ; I. Jóh. 3:2
………….

4. Áheitanin: Vakið!
Matth. 25:13
………….

5. Ugganin
I. Thess. 4:18 ; Jóh. 14:1
………….

6. Spottarar í síðstu tíð
II. Pæt. 3:3—4
………….

7. Brúdleypið
Matth. 25:1—13 ; Opb. 19:5—9
………….

8. Lønin
II. Cor. 5:10
Luk. 19:15—27
Opb. 20:4—6
………….

9. Teknini
Matth 24; Markus 13; Luk. 21 eru javnsett brot, sum lýsa teknini í tíðini rundan um oyðilegging Jerusalems (1), afturkomu Christs (2), og enda veraldarinnar (3); (sí Matth. 24:3 og forstatt!). Summi av teknunum kunnu galda fyri eitt, summi fyri tvey, summi fyri øll trý. Tey henda í ein ávísan mun í Jerusalem ár 70 e.Ch. í størri mun við Jesu afturkomu, og so eisini við enda veraldarinnar — sum allarhelst merkir skiftið ímillum kirkjutíðina og túsundáraríkið (smb. við Matth. 28:20), ikki endiliga endan av túsundáraríkinum, men møguliga eisini, tí tá skal Satan aftur fara út at villa fólkasløgini (sí Opb. 20:2).

Hesin listin við 24 teknum um Jesu afturkomu er tikin úr Markus 13:
1. falskir Christar (v.6)
2. orrustur og leysatíðindir um orrustur (v.7)
3. tjóð skal rísa ímóti tjóð (v.8)
4. kongadømi skal rísa ímóti kongadømi (v.8)
5. jarðskjálvtar á ymsum støðum (v.8)
6. hungursneyðir (v.8)
7. ófriðir (v.8)
8. teir skulu geva okkum upp til ráðini (v.9)
9. vit skulu verða bardir (v.9)
10. vit skulu verða førdir framfyri stjórnarar og kongar fyri Jesu skuld (v.9)
11. gleðiboðskapurin kunngjørdur millum allar tjóðir (v.10)
12. bróðir skal svíkja bróður til deyða (v. 12)
13. faðir skal svíkja son (v.12)
14. børn skulu rísa upp ímóti foreldrum sínum (v.12 ; smb. II. Tim. 3:2)
15. vit skulu verða hataðir av øllum monnum fyri navns Jesu skuld (v. 13)
16. andstygd oyðingarinnar standa í templinum (v.14 ; smb. II. Thess. 2:4; Opb. 13:14—15)
17. nívd, slík sum var ikki síðan byrjan skapanarinnar (v.19 ; smb. Dán. 12:1)
18. villleiðing um komu Christs (v.21)
19. falskir Christar (v.22)
20. falskir prophetar, sum sýna tekin og undur (v.22)
21. sólin skal verða myrkjað (v.24)
22. mánin skal ei geva ljós sítt (v.24)
23. stjørnur himins skulu falla (v.25)
24. krefturnar, sum eru í himni, skulu verða skakaðar (v.25)
… Og tá skulu tey síggja Menniskjusonin koma í skýggjunum við miklum mátti og dýrd

Onnur tíðindi