Tá ið onkur er, sum talar sannleikar, sum fólkið ikki dámar at hoyra, so er nemmast avgreitt við at siga: Maðurin er beiskur!
Men tað er ikki vist. Sært tú, eitt er at vera persónliga beiskur, ikki vilja fyrigeva fólki, tá ið tey biðja um tað; annað er at vera forsyndaður inná órættvísi, synd, og hykl, sum fjøldin vil feia undir teppið, og við álvarsomum, og um neyðugt ilsligum tóna at ganga í rætt við fólkið um at venda við. Tað fyrra er órøtt beiskni og synd, men tað seinna er ikki órøtt beiskni og ikki synd. Tað sprettur frá at hata hitt illa, og elska tað góða, sum Guðs orð biður okkum gera manga staðni. Beiskni inná, at fólkið tolir og verjir órætt, fals, falslæru, og viðvarandi, opinlýsa synd í samfelagi teirra heilagu, tað má ikki vekslast við agg og náðiloysi. Vit eiga sjálvandi ikki at tola og verja synd. At gjørt tað hevði verið vondska.
Vandlæti er HEILAGUR ÁLVARI fyri tí rætta, og tessvegna eisini ímóti tí ranga. Gudligt vandlæti sprettur úr kærleika til Guðs og næstan, av umsorgan um hansara sálar ævinleika-støðu. (Næstin kann eisini vera ein meinigheit, ella eitt land á fráfalls leið, sum tú triglast við.)
Vandlæti húss tíns hevur etið meg upp.
Jóh. 2:17 FKJ
………………..
Hvørsumhelst ið er vreiður við bróður sín uttan grund, skal vera í vanda fyri dóminum.
Matth. 5:22 FKJ
(Eg kenni meg rættiliga tryggan, í mun til hvussu álvarsamt Sodomu-málið er í Guðs eygum).
………………..
– Og at geva 2-3 úlvar upp til Satan til oyðingina av kjøtinum er kærleiki til seyðin. Men tað skilja ikki tey, sum ikki duga at greina ímillum vandlæti og beiskleika. Blindur sær jú einkið.
Í 1000 ára ríkinum fara tey ungu at spyrja: Var eingin, sum prædikaði ímóti tí, tá ið Føroyar vóru eitt fráfallið Sodoma?
Tá skal svarið vera greitt, at í øllum førum ein fanst. Og jú, tey søgdu hann vera beiskan, svakan, og besetten. Tá smílist eg, tó at nú í skamma stund eg pínist.