Hvussu leingi fara kristnu fjølmiðlarnir at kunna lirka seg ljódliga framvið húsaveggjunum hesaferð?

Ikki at eg havi brúk fyri teimum, men tað verður spennandi at síggja, hvussu leingi Trúboðin, Lindin, og R7 fara at tilkoma sær at láta sum um Føroyska King James Bíblian er ikki komin út.

Mátti verið flovisligt hjá teimum at verið kristnir fjølmiðlar, sum koma út um land alt, tá ið nú Føroyska King James Bíblian verður komin í allar postkassar, og teir hava ikki sagt ella skrivað eitt orð um tað. Um ikki annað, so fyri eftirtíðina. Eg meini, nú er tað ikki bara Nýggja Testamentið, men øll Bíblian!

Munnu teir (Dahl og Victor + avleggarar) ikki kenna seg hóttar?

– Rokni við tí!

Tá ið FKJ Nýggja Testamentið kom út í 2011, kláraðu teir at lata tað fara ljódligani framvið borðinum, uttan so mikið sum at mæla eitt orð ella eina kloysu um tað.

EINASTI kristni fjølmiðilin, sum hevði andligar greiðir til at tora at tosa við meg tá, var KEDES.

Fyrr ger Trúboðin viðtalur við baba-Jústinus-rondai-yogi-Leivsson-Ejdesgaard enn við meg. (Bara man pástendur man er “kirkjufólk”, so er man blástemplaður). Fyrrverandi løgmaður, – hasin gudloysingurin Jústinus Ejdesgaard, – gekk teimum eisini lættliga ígjøgnum meskar. Mundi tað ikki vera um somu tíð, hann sum allarfyrsti løgmaður helt heiðursrøðu fyri sodomitunum í Føroyum, ár 2003, tá ið Heimamissiónin fylti 100 ár? Eg hugsi tað. Tá fekk man sodomuløgmann norður at vælsigna reyða húsið í Nesvík eisini, eftirsum hann var so væl í gongd. Kanska hann hevði onkra “signing” eftir at geva teimum eisini …

Mestur man man hava sagt onkran sannleikan, sum nívir heldur dygt. So er man fyri teimum verri enn sjálvur hin versti.

Ná, men eg fari í oljuklæðini í kvøld; … í fótasporunum hjá mínum EINASTA Harra, Kongi, og presti.

Ótrúligt, hvat man kann eygleiða í endatíðarinnar sjúku menniskju.

Slík vanvirðing, slík spilla, slíkt hatur.

Fyri teimum, um man ikki er partur av teimum, slúsaður onkusteðs inn í hirarkiið, so er man ikki í Kristi.

21 Tí at allir søkja sítt egna, ikki
tey tingini sum eru Jesu Christs.
(Phil. 2:21 FKJ)

Sjúrður Højgaard,
Svartstemplaður av hesum endatíðarinnar spilta partisan-tilforkitlaða heimi;
men blástemplaður av ongum minni enn Christi.
– Men tað er mær eisini meir enn nokk!

Mín samtíð má gjarna sleppa at halda meg vera “klikkaðan” fyri at hava skrivað tú hevurt.

Eg veit hvør veit, og hvør ikki.

Guðs sanna Bók er ikki av hesum heimi, og tí er og verður hetta galdandi, sum her stendur skrivað:

14 Men hin náttúrligi maðurin
tekur ikki við lutunum av Anda
Guðs: tí at teir eru honum fávitska:
eiheldur kann hann kenna teir,
tí at teir eru andliga greinaðir.
15 Men hann, sum er andligur,
dømir allar lutir, tó verður sjálvur
hann dømdur av ongum manni.
16 Tí at hvør hevur kent hug
Harrans, at hann kann undirvísa
honum? Men vit hava hug
Christs.
(I. Cor. 2:14-16 FKJ)

Onnur tíðindi