Nýggju versjónirnar (íroknað Victor og Dahl) tiknar fyri rættin og dømdar
Sitat Breaker, video #3 (41:20): The New Versions are Guilty as Hell
Bíbliur Dahls og Victors eru nýggjar versjónir, og eru tí eisini sekar sum bara helviti!!!
Feysið tað, tit sum elska Breaker, men ikki tola meg, tí at tit vilja ríða bárar hestar.
Tað er lætt hjá tykkum at spæla komediu, tá ið hetta verður sagt í Amerika, men tá ið tað kemur uppá nær hold her á klettunum, og svíður samkomuskeggið, so fjala tit tykkum.
Er FKJ ein útmerkað nýggj versjón, sum kemur at ríka Guðs fólk í Føroyum, ella hava vit endiliga fingið rætta tekstin?
Veitst tú?
Um ja, so ert tú sekur í at stuðla tí, sum satan hevur perverterað.
So segði Ruckman: I got your number.
Eg síggi tvørturígjøgnum tykkum.