Bræv, sent til bvs@bvs.fo í kvøld, 17. november, kl. 20:30:
Góða barnavernd.
Eg vil heita á tykkum í barnaverndini um at hava fyri eyga at vera eitt stuðlandi og hjálpandi element. Tíverri eru vit mong í Føroyum sum vita, síggja og meina, at tit eru sera ónd, og fruktin av tykkara arbeiði aftur og aftur bara er ein steinur omaná byrðu, og als eingin hjálp yvirhøvur. Eg heiti á tykkum um at vera eyðmjúk, varin og umhugsin, og ikki hótta veikar, troyttar mammur við at taka børnini frá teimum, men heldur vera teimum til hjálpar á heiminum, varisliga, og við eyðmjúkum, elskandi hjarta. Gera tit ikki tað, so biði eg til Guðs í himni, við øllum mínum hjarta, við várkunn móti øllum teimum mongu av tykkum knústu familjum, at øll tey særdu í Føroyum mugu organisera seg sum tit ikki høvdu kunnað væntað, og koma ímóti tykkum sum ein herur, við politikarum og sakførarum, draga tykkum fyri rættin, og fáa tykkum náðileyst dømd til høgar persónligar bøtur, onnur í fongsul, so sum hevur verðið gjørt við óndu barnaverndina í Noregi. Guð hoyri mína bøn og hyggi til tykkum, og mugu rópini av teimum av tykkum píndu koma inn í oyruni á Harra sabaoths, og má hann døma tykkum, í Jesu navni. Amen.
Álvarsamligani, við bøn um, at tit ganga í tykkum sjálv, bera angur og gera bót,
Sjúrður Højgaard, Saltangará.