– tí tað lýsir sjónliga, at hon gevur seg undir sín mann. At hon so ikki vil tað og ikki tolir tað vísir, at hon er ein upp-pumpaður reyðsokkur, sum vil vera sín egni harri, og vil ikki geva seg undir sín ektamann, sítt høvd, sín harra, so sum Guðs orð klárt sigur, at ektakonan skal. Jamen, tað er innlýsandi. Tí eri eg so ovurhondsliga físandi, tí at maki mín er sannleikin; og fyri hann brúki eg fegin ramleikan, tí at hann má til, tá fólkið bæði er deyvt og treiskt, og hartil alt meira heiðið, í mun til Guðs orðs kláru talu um hesi ting. Guðs orð hevur rætt, um so menniskjan øll doyði.
At siga sannleikan ramliga er kærleiki.
At siga lygnir mjúkliga er ramasta hatur.