Varið tykkum fyri ófrelstu prestunum: t.e. ØLLUM, sum IKKI hava lært á DBI, ella á indremissions prestaskúla í Norra

Ej ere alle præste Guds præste, medmindre de være sig frelste
Er hann frelstur áðrenn, so fer hann á DBI, ella til skúla teirra frelstu presta í Norra;
Er hann ófrelstur áðrenn (ella bara heimføðisligur), so fer hann sum eitt helvitis barn á Universitetið í KBH (ella líknandi) og kemur aftur sum eitt tvífalt størri helvitis barn enn hann var áðrenn. Tværreisur deyður, slitin upp við rót.
Eingin frelstur prestur, sum er farin at lesa á KJH Universiteti, er komin heimaftur í ordan. Høvdið í blokkin.
Syrgiligt, men satt.
 15  Vei tykkum, skriftlærdum
og Pharisearum, hyklarum! tí tit
ferðast um sjógv og land fyri at
gera ein prosilytt, og tá ið hann er
gjørdur, gera tit hann tvífalt meiri
helvitis barnið enn tit sjálvir.
( Matth. 23:15  FKJ )
 14  Latið teir vera: teir veri
blindir leiðarar av hinum blindu.
Og um hin blindi leiði hin
blinda, báðir skulu falla inn í
veitina.
( Matth. 15:14  FKJ )

Om en præst ej er frelst før sit studium,
saa bliver hans krage kun en plage,
og helvedes lue dem begge to mon sluge.
Ein av hesum vanlukkuliga villleiddu prestlærdu á kavheidnum universiteti í DK skrivaði hetta til mín herfyri:
Eg meini, at søguliga síðan av opinberingsbókini altíð má standa frammfyri tað sum hann segði um framtíðina, eg haldi at teksturin er ein antirómversk satira, tað vóru hesar forfylgingarnar sum Jóhannus sjálvur upplivdi og nógv frammanundan. NT-forskning sigur, at apokalyptiskar bókmentir (tað finnast hópatals av hesum), skriva í framtíð hóast teir skriva aftaná hendingarnar sum teir lýsa. Hesar sum teir sjálvir hava upplivað passa síðani sjálvandi (666=Nero o.s.fr., tað er eisini galdandi fyri Dánjalsbók) men síðani siga teir oftani eitt sindur avtrat um framtíðina sum sjálvandi er sera spekulativt (men skal geva samtíðini vón um framtíðina!) og ein hvørki kann avsannað ella sannað, men bert siga, at tað er rættuliga ósannlíkt tá ið framtíðarspekulatiónirnar hjá Jóhannus ongantíð hendu.
 
Hann hopaði, at ein bjarging kom í tátíðini og yngsti at troysta hansara samtíð, eins og at jødadómurin hopaði tað, tey livdu jú undir sera keðiligum umstøðum, jødar vóru í kríggj mótvegis rómverjum í 60´unum, Jerusalem Templið smildra sundur, kejsarin Nero brúkti kristin sum brennandi ljóspelar um kvøldarnar og undir Domitian (opinberingin var skrivað tá) vóru tað so aftur forfylgingar, men tað mest tragiska var, at tað ongantíð var nakar sum hjálpti teimum, tað er eitt tragiskt faktum. Pastor Steve sum tú vísti til, tekur útgangspunkt í tí “spekulativa” hjá Jóhannus og finnur fleiri tekin í okkara framtíð sum samsvara við tað sum hann segði í um. 100 e.Kr. Men eg haldi yvirhøvur ikki, at hettar var ætlanin hjá Jóhannus sjálvum, tað einasta sum hann vildi,  var at troysta hansara samtíð við, at hóast tað stóð illa til, so var vón um okkurt betur í framtíðini. Aftaná Domitian bleiv tíðin tó betur við teimum fimm sokallaðu góðu kejsarunum Nerva, Trajan, Hadrian, Pius og Markus Aurelius.

… altso, stakkalin trýr ikki Opinberingsbókini. Altso: hann hevur EINKIÐ LJÓS yvir skriftina yvirhøvur!!!

Eg kundi so bara svara honum fylgjandi:


Jóhannes sigur, at hann fekk opinberingina frá Jesusi sjálvum (longu í fyrstu regluni í opinberingini):

OPINBERING Jesu Christs,
sum Guð gav honum, at
sýna tænarum sínum lutir sum
mugu brátt bera á; og hann sendi
og uppmálaði tað við eingli sínum
yvirfyri tænara sínum Jóhannesi:
(Opb. 1:1)


Harrin signi teg, (bliiiiib).
Jesus kemur skjótt aftur. Latum okkum rannsaka okkum, um vit eru klárir at møta honum.


vh
Sjúrður.

DBI: Dansk Bibel-Institut – Frederiksborggade 1B 1 – 1360 København K – tlf 3313 5500 – email dbi@dbi.edu – www.dbi.edu
Hitt eigur SATAN. Lat hann so eiga tað, og raggið tykkum út úr hasi søkkandi, ella soknu, kirkjuni, og stillið tykkum við føstum fetum á KLETTIN, Jesus Christ aleina.
Kraga, ella ei.

P. S. Hasin kragin er bert enn eitt evcharistiskt kavheiðið sól symbol, – so eg vil heldur siga: ei.



John Wesley og Johnathan Edwards vóru kragaleysir prestar, sum Paulus hevði kenst við, og sum av sonnum VUNNU SÁLIR fyri kongadømi himins:
Ein og hvør sokallaður Guðs maður, sum ikki hevur lívið sum innsats, er ein sissy breyð-propheta-nissa og ein klovn.
Onnur tíðindi