(Henda myndin hongur her í stovuni ; Christus í templinum, eftir Heinrich Hofmann.
Hetta er ein greining av henni)
9 Um vit taka ímóti vitnisburði
manna, vitnisburður Guðs er størri :
tí hesin er vitnisburður Guðs sum
hann hevur vitnað um Son sín.
10 Hann sum trýr á Son Guðs
hevur vitnisburðin í sær sjálvum :
hann sum trýr ikki Guði, hevur
gjørt hann ein lygnara ; av tí at
hann trýr ikki teirri frágreiðing
sum Guð gav um Son sín.
11 Og henda er frágreiðingin, at
Guð hevur givið til okkara ævigt
lív, og hetta lív er í Syni hansara.
12 Hann sum hevur Sonin hevur
lív ; og hann sum hevur ikki
Son Guðs, hevur ikki lív.
13 Hesar lutir havi eg skrivað
tykkum sum trúgva á navn Guðs
Sonar ; at tit mega vita at tit hava
ævigt lív, og at tit mega trúgva á
navn Guðs Sonar.
( II. Jóh. 9-13 FKJ )
6 Tí Guð, hvør beyð ljósinum
at skína út úr myrkri, hevur skinið
í hjørtum okkara, at geva ljósið
av kunnleikanum til dýrd Guðs í
andliti Jesu Christs.
( II. Cor. 4:6 FKJ )
Hvør, verandi bjartleikin av
dýrd hansara, og úttrykkiliga myndin
av persóni hansara, og haldandi
uppi øllum lutum við orðinum
av kraft síni, tá ið hann hevði við
sær sjálvum reinskað syndir okkara,
settist niður við høgru hond
Hátignarinnar á hæddini ;
( Hebr. 1:3 FKJ )