Harrin gav orðið: mikil var flokkurin av teimum sum kunngjørdu tað.
Kongar hjá herum flýggjaðu skjótt: og hon, sum varð við hús, býtti herfongin.
(Psálmur 68:11-12 FKJ)
Frágreiðing:
Harrin gav orðið, tað er gleðiboðskapin; og hann sendi menn út at boða hann. Hetta er sum at fara í skríggj, andligt kríggj. Beint í næsta versi síggja vit, at konurnar vóru eftir við hús, tí teirra uppgáva í lívinum er enn sum áður at passa børn, passa hús, standa við grýturnar, osv osv., so sum tað var frá skapanarmorgni, inntil fyri hálvari øld síðani, tá ið alt byrjaði at glíða út í lort, sum partur av endatíðarfráfallinum.
Eins og í Eden, so fer Satan enn eftir tí veikara kerinum, og eins og í Egyptalandi kring Móse føðing og eins og í Bethlehem kring Jesu føðing, so vil hann drepa avkomið hjá teimum heilagu, og annars børn yvirhøvur (abort).