Ja, tey, sum bara brúka King James Bíbliuna, og sum vita, at hon ER Guðs varðveidda orð, eru als ikki so fá. Men tað, sum er týdningarmiklast er, at vit hava Guðs orð í hondum okkara, hvar ið øll hini trúgva uppá ævintýr, … okkurt um íblást upprunahandrit. Hvat skal tað nytta okkum í dag, tá ið ikki eitt einasta av teimum er til?
Nei. Eg havi Guðs orð her á borðinum; og kann tí eisini siga, at eg havi tað í hjartanum. Hjá summum at siga, at tey hava Guðs orð í hjartanum, meðan tey ikki hava eina fullkomiliga feilafría BÓK í hondum sínum, er láturligt utopi, tí at hvussu kann Guðs orð koma inn í hjarta títt, um tú ikki hevur tað at lesa, so tað kann koma inn um eygu tíni?
Meg eg havi bæði. Tessvegna eri eg ovurhondsliga ríkur: ja, enntá ríkasti maður í Føroyum: Guðs orð er mær alt, og eg eigi tað alt; tað havi eg langt síðan valt, og tað gevur mær salt; á, hvør svalt.