Tað er IKKI synd at vera skildur; tað, sum ER synd, er at TAKA STIG TIL skilsmissu – uttan ta EINASTU Bíbilsku grundina, (siðloysi), og so fáa sær ein annan, (sum man giftist við ella ei, (allarhelst ei))

Lat meg snarligani minna tygum á í morgun, at tað er ikki synd at vera skildur.

Tað, sum ER synd, er at vera tann, sum skilur seg, og tað uttan Bíbilska grund, og so fáa sær ein annan ella gifta seg uppaftur. Hvørjum fremur tann hordóm ímóti? Jú, sínum maka, sum hon (ella hann) so gott sum hevur dripið.
Har, og aleina har, hevur tú horinnuna, og horkallin. (Júst í hasi raðfylgju, tíverri).

Men at vera rýmdur frá, tað er so sakleyst sum tað kann vera.

Og um maki tín rýmdi frá tær í hori, og fór út í ólevnað, so ert tú altso fríur til at gifta teg uppaftur, einans í Harranum.

Og tak nú og les Matthæus 19:1-9 og I. Corinth 7, allan kapilulin, í Guðs orði, Føroysku King James.
Fylg tú Guðs orði, og gev tvey følsk fløyt fyri hvat hvør sigur hvar.
Guð talar enn í KJB/FKJ einans.

Tað er ikki heldur synd at vera tann, sum skilur seg, UM tú verður verandi einsamøll (ella einsamallur), (ja, hetta er rætta raðfylgjan). Men hvør leys teys ger tað í dag???  Valla ein einasta ein.  Tí eru nógvar horinnur í dag; sum ENNTÁ standa og skapa sær uppi á einum palli; ja, standa hartil og tala.  Helvitis pakk, – heila strípan!

Paulus sigur til tann loysta: Men og um tú gifti teg, tú hevurt ikki syndað; (I. Cor. 7:28).

Tak nú og lær teg, hvat Guðs orð (FKJ og KJB) sigur um hetta mest týdningarmikla mál.  Tí Guðs sanna bók frálærir IKKI tað sama sum Dahlibux og Victorinox roxa um hetta útfrá sínum trimum alexandriskt-católsku korruptu handritum.  Tað rætta orðið, loystur (ikki leysur) í I. Cor. 7:27, broytir alt viðvíkjandi uppafturgiftu, tá ið man varð rýmdur frá, og var sakleysur í siðloysi ella hori í umrødda hjúnarbandi.

Nær er man so vorðin loystur?
Jú, tá ið hjúnarfelagin rýmdi, (og væl at merkja hevur fingið sær annan; sum ikki nýtist at merkja, at hon (ella hann) hevur gift seg; nei, svevur gellan (ella kalurin) við onkrum, so er hann longu vorðin eitt við tann persónin, og hevur loyst seg frá tær, tí tað er í grundini tann kynsliga aktin, sum bindur (ella loysir), ikki vígslubrævið, sama hvat hvør sigur hvar).

Hoyra innslag um hetta >>

Hoyra eldri innslag um hetta >>

Hoyr Ruckmannin fræga um hetta almikla mál, (hann hevur albjartan knokk, (t.e. hevur almikið vit), og er umleið tann EINASTI, sum eg havi hoyrt frálæra ta røttu Guðslæruna um hetta almikla mál. (Ein maður, sum missir tvær óundirgeviligar, óheimastøðiligar, verðsligar teysir, lærir til síðst sannleikan úr Guðs orði; hann noyðist til tess)):

Míni ráð til ein og hvønn: HVAT tú so gert, far IKKI og tosa við nakran prest um nakaðsumhelst (uttan kanska gravarferðina hjá ommu tíni (um tú av allar ringastu neyðsyn mást)).  Tosa tú eiheldur við nakran heimamissións trúboðara, ella paptist prædikumann um hetta, tí at teirra tvær “bíbliur” KUNNU IKKI siga teimum sannleikan, (og tí eiheldur tær), tá ið tær jú ikki eru hin Heilaga Bíblia, men bert hatta Alexandriska, gnostiska svassið.

Ruckmaðurin:

TAK SO OG FÁ TÆR SKIL; OG TIG, INNTIL TÚ HEVUR FINGIÐ TAÐ.
Og skýggja hvønn ein prest sum allar ringasta, miðaldar pest.

SKRIFTIN ALEINA!
JA: KING JAMES SO PÚRT OG ALDEILIS ALEINA!

Onnur tíðindi