Falskar bíbliur; lærir man sannleika frá lygn? Man man ikki heldur fáa pínd eygu av at geva og verja lygn, falskar bíbliur og falslæru? tað sær so út



Er hálvur sannleiki sannleiki?
Er 90% sannleiki sannleiki?
Nei, 100% sannleiki er sannleiki, ja, enntá sannleikin. EINKIÐ annað enn 100% sannleiki kann kallast Guðs orð!

Trýrt tú ikki tí, so ert tú ein lygnari, og faðir tín er faðir lygnarinnar, og tú hevur bleytt hjarta fyri pávanum, og hansara bíblium, sum uppgeva tingini í SEKSUM, ikki í SJEYUM.
…..
Of every clean beast thou shalt take to thee by sevens, the male and his female: and of beasts that are not clean by two, the male and his female.
(Genesis 7:2)
…..
Mær er LÍKAMIKIÐ hvussu einglaligur Victor Danielsen var, við blombaðari rødd, langari nøs, hundaeygum, og húkandi ryggi. Eg kenni ein føroyskan babs 100 metur burturi. Soleiðis kávaletur pávin eisini.

Hvussu var Paulus?
Jú, skrivað stendur:
But though I be rude in speech, yet not in knowledge; but we have been throughly made manifest among you in all things.
(II. Cor. 11:6)

Og uppaftur:
For his letters, say they, are weighty and powerful; but his bodily presence is weak, and his speech contemptible.
(II. Cor. 10:10)
…..
Paulus spældi ikki eingil. Hann elskaði SANNLEIKAN, stóð fyri honum, talaði hann. Hann hevði ikki VIRT ella GÓÐKENT jux-“bíbliuna” hjá Victoribux, sum FRÁLÆRIR FALS, sigandi at Jesus varð SKAPTUR (Orðt. 8:22), at hann hevur ein UPPRUNA (Micah 5:2), avnoktar hansara GUDDÓMLEIKA í I. Tim. 3:16, avnoktar hansara JOMFRÚFØÐING í Matthæus 1:25, broytir HEILAGIR EINGLAR til einglar í Matthæus 25:31, og at STUDERA Guðs orð til at SETA ÆRU Í, og 1000 onnur andstyggilig forgandaði alexandriu ting.

Slíkt kallast RUNUVATN, ella VATN VIÐ SANDI Í.
Guðs vatn hinvegin er KLÁRT og SKÍRT (100% REINT),
…..
Og hann sýndi mær eina skíra á av lívsvatni, klára sum krystall … (Opb. 22:1).

PURE (SKÍRT) er betri enn CLEAN(REINT). Reint vatn inniheldur kanska ikki sjónligar moldklumpar og sand, men SKÍRT vatn er reinari enn so, tað inniheldur ikki bara ikki ein tann einasta moldklump á 0,001 mm, nei, tað inniheldur ikki eina ta einastu bakteriu; – onga bakteriulygn!.

Hvat sigur GUÐ um ORÐINI hjá sær?
Every word of God is pureHvørt orð hjá Guði er skírt
(Orðt. 30:5a KJB/FKJ)

Og tað tolir tú ikki?
So so. Tað avdúkar hvør tú ert!
Tú kanst pakka teg og VENDA UM, tín sataniski GUÐSSPOTTARI!!!!

Victor var sikkurt fínur, ikki veit eg, men hansara bíblia er ikki, og tað langt frá tí. Hon er ikki 99% rein, eiheldur 90% rein; hon er ikki frægari enn 85% rein í mun til King James Bíbliuna, eftir míni erligu metan. Eg drekki ikki gift. So eigið tit tykkara langu nøs, og skapið tykkum sum Victor. Ella tit flyta tykkum yvir til Guðs skírleika. Tað verður helst seinur dagur, tí ilt er at læra 100 ára gamlan hund uppi at sita. Stokkdeyvt. Drítbýtt. Hjartasvart. Tann, sum er ikki førur fyri at feysa svart-uppá-hvítt fakta um sannleika og lygn, og sum VERJIR lygnina tá ið hann verður konfronteraður um tað, hann er av lygnini og eitt við hana.

Teir, sum siga, at óreint er reint, eru KORRUPTIR.

Victor gav føroyingum eitt vatnsglas við MINST 200 SJÓNLIGUM lortum í. Eg drekki so IKKI av tí saman við tykkum. Sama sigi eg um produktið hjá Dahlibux; men tað vita tit, og tað tola tit at hoyra, men tá ið tað er tykkara lort, sum verður sagt vera tað tað er, so fær pípan annað ljóð.

Fínir menn, – korrupt produkt.
Og fyri at siga hetta, eri eg “svakur”?
Altso, eg eigi ikki orð fyri tykkara hykli!

Onkur spælir reliónspolitikk, innvavstraður í skegg, andalig innannøring, Pharisæara andin umafturaftur, har man lyftir mannameiningar og mannalærur uppum Guðs orð; men tað ger man longu við OSAS, tað er EIFAF (Falslæran hjá babsunum: “Einaferð frelstur – altíð frelstur”). Grundlæran er LYGN, osandi LYGN, og man sigur Guð vera lygnara, har hann lovar at varðveita síni orð um ævir, mutar ímóti endaleyst, altso ÍMÓTI GUÐI!!!. Ja, frægastu babsarnir eru ÍMÓTI GUÐI. Hugsa um tað í tvey ár, angra, og vend um. Havi eisini tosað við SYNIR hjá ELSTUM í Berøa í Saltangará, og teirra prát var vantrúgv og Guðsspott frá byrjan til enda, og tað við hørðum hjarta. Fruktin hjá Victor er kanska nógv, men hon er ikki góð. Hví? Tí at fólkið etur lygn, heilt frá tess bíbliu til tess læru.

Victor fínur andaligur maður?
Ikki áning fyri tí. Ikki eingong áhugaður at vita. Eg byggi á Guðs skíru orð, ikki á menn. Og fyri tað halda teir meg vera “svakan og hoyra heima úti á psychiatrisku deild”. Á, hvat tykkara lygn hevur gjørt tykkum blindar; hjá tykkum er lygn sannleiki, og sannleiki lygn, søtt súrt, og súrt søtt. Súrsøtt. Ein blanding. Hjá mær er EINGIN blanding. Take it or leave it, hypocritus. All or nothing, baby!

Hvat eg sigi um ALLAR alexandriskar perversjónir av Guðs orði?
At “Satan kann skeina sær við teimum í helviti”!.

Tað havi eg sagt í 11 ár. Tað er einkið nýtt. Har er einkið broytt.

Men nú kemur tað ov nær babsunum, tí eg havi avdúkað, at TEIR SJÁLVIR SIGA og TRÚGVA, at teir IKKI hava Guðs fullkomna orð, og at Guðs fullkomna orð bert er nakað sum einaferð var, men sum vit ONGANTÍÐ fara at síggja, og at Guð hevur sítt fullkomna orð bert í himni, tá ið SANNLEIKIN er, at hann gav sítt orð OKKARA VEGNA, til OKKARA GAGN, tí at VIT hava brúk fyri tí, – IKKI HANN. TÍ finst Guðs fullkomna orð á jørð, á heimsmáli endatíðarinnar, Enskum, í King James Bíbliuni.

Ja, Guðs fullkomna orð havi eg. Tað er King James Bíblian.

For that you can call me a nutcase. Thou pharisæical hypocrite.

Pharisæararnir kallaðu Jesus svakan; og Jesus kallaði Pharisæararnar hyklarar. Tykkara orð bera mær vitnisburð hvørjumegin eg standi, tí tit siga meg vera svakan. Men eg vitsti tað longu. Sjálvandi. Eg pressaði citrónina nú einaferð nóg mikið til at síggja tað koma út, sum eg VITSTI býr í tykkum: VANTRÚGV og GUÐSSPOTT og LYGN.

Altso, tit mugu heldur VENDA UM.
Sum Luther hevði spruttað út eftir tykkum: WENDEN SIE UM, BÍTTE!!!!!
….

20 Woe unto them that call evil good, and good evil;
that put darkness for light, and light for darkness;
that put bitter for sweet, and sweet for bitter!
21 Woe unto them that are wise in their own eyes,
and prudent in their own sight!
(Esaiah 5:19-21 KJB)
….

Thus saith the Lord; Cursed be the man that trusteth in man, and maketh flesh his arm, and whose heart departeth from the Lord.
(Jeremiah 17:5)
….

God is not a man, that he should lie; neither the son of man, that he should repent: hath he said, and shall he not do it? or hath he spoken, and shall he not make it good?
(Numbers 23:19)

Um eg skrivi einar 3-4 metrar í verju av sannleikanum, og kalli lygn sataniska, so eri eg “svakur”, og “farin yvirum strikuna”.

Hevði eg boygt meg og stillað meg í MIÐJUNA sum ein pen babsanissa og sagt ALT VERA LÍKA og LÍKAMIKIÐ, so hevði eg verið “í ordan”.

GEV MÆR KRAFT!!!!!!!

SIKKEN EIN ROTIN FRUKT TYKKARA VICTOR HEVUR GIVIÐ SÆR SJÁLVUM, tað má eg siga!.

Sonn trúgv á Guðs sanna, skíra orð reinsar burtur hykl, gevur reint vatn í búk, og karakterstyrki. Men tá kallar man altso lygn fyri lygn, og lygnara fyri lygnara, satt fyri satt, falskt fyri falskt. Púra uppá sítt pláss. Og ongantíð øvugt, altso koppað á høvdið, so sum tit gera!

ALLAR alexandriskar bíbliur eru sataniskar forfalskingar, ALLAR. Tað íroknar bæði Dahlibux og Victorinox, og alt annað pontifexiskt jux og rox, bygt á satansa tríggjar lygnarar: vaticanus, alexandrinus, og sinaiticus. (Aleph, B, og D).

Null respekt fyri tí. Null.

Victor?
-Kenni ikki mannin!.

Hvør var hann?
Var hann gravari?
Var hann sveisari?
Var hann sálmaskald?
Ok!

Bíbliutýðari? Álvara?
Alexandriska pávabíbliu týðari?
GEV MÆR KRAFT!!!

Hví sær hann út sum hundur við ringari samvitsku?
Hevði hann gjørt okkurt, sum hann hevði ringa samvitsku yvir, sum plágaði hansara sál, sum ein hundur sum beyt hol á skógvarnar, og sum ikki kann fjala tað?

Ja, tað síggi eg! Langa nøs og pínd eygu.

Snedugt, tí at fyrigivin Guðs børn eru glað, við friði í sál, og reinari samvitsku. Sær út sum okkurt nívdi mannin. Ella hevði hann etið gift? Ella drukkið gift? Grugg kanska? Alexandriskt grugg? pávabíbliu grugg!
-Eg skilji!

Merkiligt, tí eg síggi hasi eyguni og hatta andlitið á ØLLUM plymouth babsum í føroyum. Man tað hava okkurt við falsærurnar hjá teimum at gera, sum framleiða dupuktmoral? Og gruggið tey drekka?
-Rokni við tí!

Men eitt havi eg sæð: Tá ið tú traðkar á halan á køttinum, tá hvínir hann.

– Syng ein góðan!

Tá ið tað kemur til at kalla lygn lygn, og sannleika sannleika, tá eri eg óbetriligur.
Tað kunnu babsarnir bóka.
(Ella tit skriva tað í marguna í tykkara gruggbíbliu.)
Tit um tað.

Altso Sjúrður, nú dámar mær teg slett ikki!!!
Tað er alt í lagi. Tær nýtist ikki dáma meg. Tú skalt bara fáa at vita sannleikan frá mær, meðan eg livi. Eg tæni Guði, ikki skeggi, skinni, og fleski; nei, eg Guðs sanna hveiti treski.

Gev tol, kæri vinur, tú skilur tað kanska einaferð.
Inntil tá brøli eg sannleikan í høvdið á tær, … og biðji fyri tær hvønn morgun, at Harrin má salva tíni eygu, at tú og tínir snikutu líkar loksins mega sjá, og sannan vísdóm fá.

Men klovn spæli eg ikki; eiheldur kávalati. Tað falsið setti Paulus uppá pláss longu í Galatarunum tvey.


ALTSO SPOTTAR TÚ VICTOR????
Ja, ein mann, sum spottar JESUS CHRIST við at mála eina RANGA, LÚGVANDI mynd av honum fyri øllum mínum fólki, sigandi at hann hevur ein “uppruna í fortíðardøgum”, og varð “skaptur”, hann eigur so dyggiliga uppiborið at verða spottaður, bæði nú, og um alla ókomna framtíð. Verjir tú hann, meðan tú einkið leggur í, at hansara wannabe “bíblia” lærir hesi ting í Micah 5:2 og í Orðt. 8:22, so ert tú ein líka stórur guðsspottiligur drumbur sum hann. Ikki verdur at hava samfelag við, ella so mikið sum at skoyta eftir. Ikki undarligt í, at hasi wannabe “Jehoa vitnir” fegin brúka hansara “bíbliu”.

Tit gera Victor til ein GULLKÁLV í Føroyum. Sum Jødarnir søgdu við Jesus, at Ábraham var faðir teirra. Líka sum fyri at siga, at hann var perfektur, so hvussu kundu tey vera annað. Jesus segði, at um Ábraham var faðir teirra, so høvdu tey gjørt somu gerðir. Jesus segði so ennvíðari, at djevulin var faðir teirra, tí hann er faðir lygnarinnar, og tey gjørdu somu gerðir sum hann. Eg sigi tykkum ótvítýðugt, at Victor hevur givið Føroya fólki eina FALSKA bíbliu, sum stendur fyri størsta part á FØLSKUM grundarlagi, og at hon málar eina LÚGVANDI mynd av Jesusi, sum er tað, sum ALLAR bíbliur gera, sum eru týddar eftir alexandriskum grundarlagi. Líka sum JESUS var beinharður við teir, sum settu sítt álit á ein meintan einglamann, og vísti teir vera nakrar lygnarar, somuleiðis geri eg við tykkum kloddar í dag, sum krógva tykkum aftanfyri einum meintum einglamanni, sum vissuliga IKKI var tað, tí hansara “bíblia” LÝGUR um sjálvasta Jesus Christ, sum tit opinbært ikki leggja eitt einasta petti í. Tit eru særtari um tykkara einglapetur, enn tit eru um Harran Jesus Christ! Tað ger tykkum til avgudatilbiðjarar. Eg elski Jesus og hansara sanna orð, og spotti tykkara falska álit. Tað havi eg tað útmerkað gott við.

Ja, at geva út bíbliu, sum lærir, at Jesus varð skaptur, og hevur ein uppruna, er SATANISK FALSLÆRA og LYGN. Og tað kann Satan vissuliga skeina sær við. Hevur tú ilt av tí, at eg sigi tað, so er TÍTT HJARTA KOLSVART!!! So tú um tað. Eg fari at halda meg til GUÐS ORÐ, ikki sataniskar falskingar og lygnir. Tykkara victor var IKKI ein eingil, hann var ein lygnari, og tit sum verja hann, og ikki hava ilt av tí at tykkara bíblia lærir hetta, eru eisini lygnarar og av lygnini, heila blombaða babsa strípan, heilt norðan úr Klaksvík og suður til Vágs. Tað hvílir ein FALSKUR, LYGNAR ANDI yvir tykkum, og tit eru ikki før fyri at feysa tað; — blombað, bumdin, og innvavstrað í skegg, andaliga innannørd í hundrað ár. Má Harrin Guð rysta tykkum so til, geva tykkum hjartamassasju, og síggjandi eygu. Ein skaptur Jesus, sum hevur ein uppruna, ER IKKI JESUS, tað er EIN ANNAR JESUS (sí II. Cor. 11:4). Skil tað, tín starblinda babsanissa!. Tín pátikna fólkaligheit imponerar ikki meg, tað er tað einasta eg veit.

Onnur tíðindi