3  Um nakar maður frálæri
 øðrvísi, og ájátti ei til heilnæmra
 orða, enntá orða várs Harra Jesu
 Christs, og við ta Guðs-læru sum
 er samsvarandi við gudiligleika ;
  4  Hann er hástórur, vitandi
 einkið, men sjúkur eftir spurningum
 og orðastríðum, av hvørjum
 kemur øvund, stríð, útskeldanir,
 óndir illgrunar,
  5  Rangvørgir orðadráttir av
 monnum av spiltum hugum, og
 eiðasørir fyri sannleikanum, haldandi
 at vinningur er gudiligleiki :
 frá slíkum hav teg undan.
  6  Men gudiligleiki við nøgdsemi
 er mikil vinningur.
  7  Tí vit førdu einkið inn í henda
 heim, og tað er víst vit kunnu bera
 einkið út.
  8  Og havandi mat og klæði latum
 okkum vera nøgdir harvið.
  9  Men teir sum vilja verða ríkir
 falla inn í freisting og snerru,
 og inn í mangar fávitskutar og
 skaðiligar girndir, hvørjar søkkja
 menn í oyðilegging og glatan.
  10  Tí peninga-alskurin er rót
 als ils: sum meðan summir girnaðust
 eftir, teir eru farnir skeivir frá
 trúnni, og hava gatað seg sjálvar
 ígjøgnum við mongum sorgum.
  11  Men tú, O Guðs maður,
 flýggja hesar lutir ; og fylg eftir
 rættvísi, gudiligleika, trúgv, kærleika,
 tolinmóði, eyðmjúkleika.
  12  Stríð hitt góða trúar-stríð,
 legg hald á ævigt lív, hvarframat
 tú ert eisini kallaður, og hevurt
 viðurkent eina góða játting frammi
 fyri mongum vitnum.
 ( I. Tim. 6:3-12 FKJ )
  kunnu bera einkið út
 hetta kann ikki sigast betri. Orðaraðfylgjan er í topp!
 sagnorðið er kunnu ..
 kunnu hvat?
 .. bera
 bera hvat?
 .. einkið
 bera einkið hvagar?
 .. út.
einkið kunnu bera út er ikki Guðs bálburður: tað er skinklandi mannamál hjá tíni hálv-senilu ommudidd..
				
	