1
2
3
4
5
6
7
8
MEN tað vóru eisini falskir
prophetar millum fólksins,
enntá sum tað skulu verða falskir
frálærarar tykkara millum, hvørjir
loyniliga skulu føra inn heldømiligar
ranglærur, enntá avnoktandi
Harran sum keypti teir, og føra
uppá seg snara oyðing.
2 Og mangir skulu fylgja herviligu
vegum teirra; við grund av
hvørjum vegur sannleikans skal
verða ilt talaður um.
3 Og gjøgnum ágirndarsemi
skulu teir við falsaðum orðum
gera handilsskap úr tykkum:
hvørs dómur nú frá langari tíð
drálar ikki, og heldøming teirra
durvar ikki.
4 Tí um Guð eirdi ikki eingl-
unum sum syndaðu, men kastaði
teir niður til helvitis, og yvirgav
teir inn í myrkurs ketur, at verða
goymdar framat dómi;
5 Og eirdi ikki hinum forna
heimi, men frelsti Nóah, hin áttanda
persón, ein prædikari av
rættvísi, førandi inn fl óðina uppá
heim hinna ógudiligu;
6 Og broytandi staðir Sodomu
og Go-mor´-rhu yvir í øsku, avdømdi
teir við eini umkollvelting,
gerandi teir eitt fyridømi teimum
sum aftaná skuldu liva ógudiliga;
7 Og útfríaði rættvísa Lot,
plágaður við hin gravskitna levnað
hinna vondu:
8 (Tí hasin rættvísi maður,
búgvandi teirra millum, í hoyrn
og sjón, plágaði sína rættvísu sál
frá degi til dags við teirra ólógligu
gerðir;)
9 Harrin veit hvussu at útfría
hinar gudiligu út úr freistingum,
og at goyma hinar órættvísu framat
dómsdeginum at verða revsaðar:
10 Men serliga teir sum ganga
eftir kjøtinum í óreinsku-girndini,
og vanvirða stjórn. Frekir teir
eru, egin-viljaðir, teir firnast ikki
at tala ilt um tignir.
11 Hvar ið einglar, sum eru
størri í kraft og mátti, koma
ikki við spottandi ákæru ímóti
teimum frammi fyri Harranum.
12 Men hesir, eins og náttúrlig
vitleys djór, gjørd at verða tikin og
oydd, tala ilt um teir lutir sum teir
skilja ikki; og skulu fullkomiliga
glatast í teirra egnu spilling;
13 Og skulu móttaka órættvísis
endurgjald, sum teir ið telja tað
njóting at óryggjast á deginum.
Blettir teir eru og lýtir, válkandi
sær sjálvum við teirra egnu villleiðingum
meðan teir veitsla við
tykkum;
14 Havandi eygu full av hordómi,
og sum kunnu ikki halda
uppat frá synd; tølandi óstøðugar
sálir: eitt hjarta teir hava vant við
ágirndarsomum gerðum; bølbiðin
børn:
15 Hvørjir hava yvirgivið hin
rætta veg, og eru farnir av leið,
fylgjandi vegi Ba´-laam-s Bo´-sor-s
sonar, hvør elskaði órættvísis løn;
16 Men varð hartaður fyri
misgerð sína: hin málleysi asni
talandi við mansrødd aftraði
ørskapi prophetsins.
17 Hesir eru keldur uttan vatn,
skýggj sum verða rikin við einum
harðveðri; til hvørja myrkurs
disið er goymt um ævir.
18 Tí tá ið teir tala mikil uppblásandi
fáfongdar-orð, lokka teir
gjøgnum girndir kjøtsins, gjøgnum
mikið teymaloysi, teir sum
reint høvdu komist undan teimum
sum liva í villu.
19 Meðan teir lova teim frælsi,
eru teir sjálvir tænararnir hjá
spilling: tí av hvørjum ein maður
verður yvirvunnin, av hinum sama
verður hann førdur í trældóm.
20 Tí um, eftir teir hava komist
undan dálkingum heimsins gjøgnum
kunnleikan til Harrans og
Frelsarans Jesu Christs, teir verða
aftur fl øktir harí, og yvirvunnir,
hin seinni endin verður verri hjá
teimum enn byrjanin.
21 Tí tað hevði verið betri fyri
teir ikki at hava kent veg rættvísis,
enn, eftir at teir hava kent hann,
at venda frá hinum heilaga boði
teimum varð fingið.
22 Men tað er hent teimum samsvarandi
við hitt sanna orðtak,
Hundurin er vendur til egnu spýggju
sína aftur; og súgvin ið varð
tvigin til veltan sína í móruni.
( II. Pætur kapitul 2, FKJ )
PENGAGRÍSURIN KENNETH COPELAND OG ANTI-CHRIST ERU NÚ SAMEINAÐIR Í SAMA FALSKA ANDA.
– Partners in crime