Av tí at vit enn finna feilir í tekstinum, er vorðið avgjørt, at vit útseta prentingina, til ikki fleiri feilir finnast. Hetta er rætt at gera, og hartil gott, tí at vit nú alt í einum hava nýggj amboð at kanna tekstin við, sum hjálpa einum at fínraka eftir feilum, sum loyna seg.
Havi júst fingið ein 1076 síður langan lista við øllum orðunum í FKJ, har tey standa í bókstavarøð, og tí er nú vorðið munandi lættari at fáa eyga á einstøk orð, sum eru næstan líka sum orðið áðrenn ella aftaná, og soleiðis fáa eyga á feilin.
Eg havi 500 síður eftir at rættlesa í Gamla Testamenti, (havi aftur verið ígjøgnum Nýggja), lesi 20 síður hvønn morgun; og fari so ígjøgnum 50 síður av orðalistanum um kvøldið. Hetta endaliga rættingararbeiðið kann taka um tveir mánaðir. Forbøn er kærkomin.
Mynd: Langskeggjaði knekturin við blaðsíðuni er Johannes Gutenberg, sum uppfann prent-tøknina við flytbærum prent-stavum í 1439. Takk Guð fyri Gutenberg, men við allari okkara tøkni er lesnaður enn strævin, tí amboðini eru bert ein hjálp, tey gera einkið fyri ein.