Eingin frelsur hevur illan anda!
Guðs Andi deilir ikki hús við illar andar
(II. Cor. 1:22 ; I. Sám. 16:14)
 	2)
 	Prosperity er ikki ein bíbilsk læra!
 	(Matth. 8:20 ; I. Tim. 6:5-11 FKJ)
 	3)
 	Jesus doyði ikki andaliga, bara likamliga; og fór so við Andanum og prædikaði fyri andunum, sum vóru í varðveitslu!
 	(Sí tey trý vitnini niðanfyri)
 	4)
 	Jesus gjørdist ikki ein demon, og leið undir Satan í helviti! Nei: Jesus leið frá Gethzemane til Golgatha, prædikaði í helviti, og kom sigrandi upp úr helviti.
 	5)
 	Jesus reis ikki upp í andanum (sum Dahl og Victor falslæra í I. Pætur. 3:18), men varð reistur av Andanum (KJB/FKJ); hann reis upp andi, sál, og likam, og fór upp inn í himin andi, sál, og likam, og kemur aftur andi, sál, og likam!
 	6)
 	Jesus er ikki ein eingitin ella einborin gudur, eiheldur ein gitin Guð (falslæra úr alexandriskum “bíbliu”-perversjónum av Jóh. 1:18), tí so fært tú TVEIR Guðar. Nei; Jesus er hin eingitni Sonurin (Jóh. 1:18 KJB/FKJ) og hann er Guð givin til kennar í kjøtinum (I. Tim. 3:16 KJB/FKJ); tí at tríeindin er EIN Guð, (ikki tríggir Guðar), men tað eru tríggir persónar í Guðhøvdinum (Godhead, t.e. tríeindini).
Undarligt at tey, sum læra 1 av omanfyristandandi 6, læra altíð 5 ella 6 av teimum (tað síðsta varierar viðhvørt hjá falslærarunum).
Hví tað er so?
– Tí at lærdómar av illum andum kunnu bara føra við sær enn fleiri lærdómar av illum andum.
Eg siti heldur heima við sannleikanum: sannleikans orði, og sannleikans Anda. Men kann gjarna koma og læra tykkum, um tit klára at sita still og lurta væl eftir í hálvan annan tíma.
Falslærararnir:
  Nei!
 Jesus leið fyri okkum í kjøtinum, tá ið hann leið og píndist úti á Golgatha.
Bíblian sigur EINKIÐ um, at hann leið fyri okkum í andanum í helviti.
Vitni 1:
  12  Hvørsvegna Jesus eisini,
 at hann mátti halga fólkið við
 sínum egna blóði, leið uttanfyri
 	portrið.
  13  Latum okkum fara fram tessvegna
 til hansara útum leirin, berandi
 vanvirðing hansara.
 ( Hebr. 13:12-13 FKJ )
Uttanfyri portrið: t.e. uttanfyri býarportur Jerusalems, t.e. úti á Golgatha. Har leið Jesus fyri okkum, og har halgaði hann okkum við sínum egna blóði.
Vitni 2:
 EFTIRSUM tá at Christus
 hevur liðið fyri okkum í kjøtinum,
 vápnið tykkum á sama hátt
 við hinum sama sinni : tí hann
 sum hevur liðið í kjøtinum er hildin
 uppat frá synd ;
 ( I. Pætur. 4:1 FKJ )
Vitni 3:
  18  Tí Christus eisini hevur eina
 ferð liðið fyri syndir, hin rættvísi
 fyri hinar órættvísu, at hann mátti
 føra okkum til Guðs, verðandi tikin
 	av lívi í kjøtinum, men livandigjørdur
 av Andanum :
  19  Við hvørjum eisini hann
 fór og prædikaði fyri andunum í
 fongsli ;
 ( I. Pætur. 3:18-19 FKJ )
 
				 
	