Um andligu gávurnar
Lyftið givið um dópin við Halga Andanum og við eldi við munni Jóhannesar doyparans:
Luk. 3:16
Lyftið endurtikið av Jesusi Christi sjálvum:
Áp. Gern. 1:5
Lyftið uppfylt (vórðu fylt og fingu eld á høvdið):
Áp. Gern. 2:1-4
“klovnar tungur líka sum av eldi, og tað settist uppá hvønn av teimum” … “tey vórðu øll fylt við Halga Andanum”.
Fylt = tey høvdu Halga Andan í sær (hansara virkan í sær – persónligt).
Eldurin uppiá teimum = tey høvdu Halga Andan uppiá sær (hansara virkan við sær – tænastan).
Mýta #1
At dópurin við Halga Andanum er fyri okkum trúgvandi, og eldurin sipar til helvitis eld. Henda mýta er hervið, við skriftini, avdúkað sum lygn.
Ápostlarnir vórðu doyptir við Halga Andanum og við eldi, so hví skuldu vit ikki verðið tað?
Mýta #2
At andligu gávurnar bara vórðu fyri Jødarnar, tí at Jødarnir søkja tekin og Grikkarnir vísdóm. I. Cor. 1:22
– Hvussu vóru so andligu gávurnar rættiliga virknar ímillum heidninga-christin í kirkjuni í Corinth í Grikkalandi?
I. Cor. 12 & 14
– Hvussu hendu so kraftargerðir millum tey heidninga-christnu í Galatia í Grikkalandi?
Gal. 3:5
– Hvussu og hví hevði Paulus so prædikað og gjørt undur á sínum trúboðanarferðum runt um í øllum tí heidna heiminum, har hann prædikaði fyri heidningum og stovnaði kirkjur við heildninga-umvendingum?
Róm. 15:18-19
Mýta #3
At andligu gávurnar vóru bara fyri ápostlarnar, tí at Paulus tosar um ápostlatekin í II. Cor. 12:12
– Nei, tí at Jesus segði, at teknini skulu fylgja teimum sum trúgva, tá ið tey fara út at boða gleðiboðskapin fyri hvørjum skapningi
Markus 16:17-18
– Leikmenn (sum ikki vóru ápostlar) gjørdu undur og tekin, so sum Stephanus, Áp. Gern. 6:8, og Philippus, Áp. Gern. 8:6.
Sannleikin er, at tað varð roknað sum ein sjálvfylgja, at ápostlarnir høvdu andligu gávurnar, orsakað av teirra tænastu, men at hetta í grundini var givið øllum christnum av Jesusi, við Andanum.
Mýta #4
At náðigávurnar fullu burtur, eftir at síðsti ápostulin (Jóhannes á Patmos) doyði.
Men hvat sigur skriftin?
– At andligu gávurnar halda ikki uppat, fyrr enn “tað, sum er fullkomið, er komið” (I. Cor. 13:10), sum skriftin lýsir neyvari sum: “tá ið vit síggja andlit til andlits … og … kenna enntá sum eisini eg eri kendur” (I. Cor. 13:12).
– Vit spyrja skriftina, hvat tað er, at síggja andlit til andlits, og hvønn hetta sipar til
– í I. Jóh. 3:2 síggja svarið. At síggja andlit til andlits er, tá ið vit í uppreisnarlikami síggja Jesus andlit til andlits.
So at náðigávurnar halda fram, ígjøgnum kirkjutíðarbilið, inntil Jesu afturkomu – frá tí at Jesus fór upp av Olivinfjallinum, inntil hann stígur niður aftur á Olivinfjallið.
Altso, at síggja andlits til andlits, í I. Cor. 13:12, merkir, tá ið vit síggja Jesus í okkara uppreisnarlikami, og verða líkir honum; tá kenna vit sjálvandi eisini enntá sum vit eisini eru kend, tvs. hava fullkomnan kunnleika um øll ting og allir loyndardómar eru burturi.
Spurningur:
Hvat er so rætta plássið hjá andligu gávunum, nú ið kanónisku bøkurnar eru lokaðar og kirkjan er skipað?
– Jú, vit eru sendir út at boða gleðiboðskapin, sum er Guðs orð, og at læra tey, sum taka ímóti tí, at geva øllum lutum ans, hvatsumhelst ið Jesus beyð okkum
Matth. 28:19-20
– At vit skulu royna øll ting, og halda fast við tað sum er gott
I. Thess. 5:19-21
– Ábyrging (Accountability), at aðrir døma um tað, ið verður sagt
I. Cor. 14:29
Spurningur:
Hvat gagna andligu gávurnar?
– Jú, tær eru til uppbygging, formaning, og uggan
I. Cor. 14:3
– Uggan
I. Cor. 14:31
– Teknini, Jesus gav, tey staðfesta orðið
Mark. 16:20
– Fólk geva gætur eftir gleðiboðskapinum, tá ið tey hartil eisini síggja kraftarverk
Áp. Gern. 8:6
Framhald næsta mánað