Lat nú upp títt skil og skil, at søga Ameriku er rætt, tí at Ameriku er í hvørsfalli og merkir tí søgan hjá Ameriku. Eitt dømi, sum kundi verðið givið, til at hjálpa tær at skilja hetta, er: Fiskimark Føroya. Føroya er hvørsfall, og tí nýtist orðið hjá ikki at standa í setninginum. Ein eigur at ganga ímóti vaksandi fáfrøði, ikki fløða við henni niður í dimma dalin. Ja, fáfrøði er kvenkyns, ikki hvørkikyns. Nær gavst tú at hugsa?
Ert tú hin sanni verji trúarinnar? Verji trúarinnar er jú tað sama sum verjin hjá trúnni. Er tað sivað inn, ella má eg yvirgeva teg sum býttan? Altso, lærir ungdómurin einkið í skúlanum longur? Ella skúlar skúlin sunt vit og skil út úr heysunum á teimum? Tí at okkurt av hesum man tað vera, tá ið ikki eingong útlærdir fólkaskúlalærarar duga at skriva føroyskt longur. Tá ið eg gekk í skúla, sótu vit og skiftust um at lesa upp úr onkrari 40 ára gamlari Føroyskt bók, ein fyri og annar eftir, vit skrivaðu fyrisøgn í tímanum og skuldu skriva stílar heima og lata teir inn; og mállæra og bending varð skrásett og terpað á talvuni. Um alt ov mangir av hesum ikki vóru latnir inn við árslok, so var man í vanda; tað segði seg sjálvt. Hvat varð úr álvarleika og strangleika í allari skipanini og samfelagnum? Fólkið gerst býttari og býttari, tí at samfelagið sum heild rekur alsamt longri frá Guðs lóg. Vendið um, brennið Nýggja Sáttmálan, vendið KVF rass, og lesið tykkara Føroysku reformatións Bíbliu, fáið tykkum Guðsótta í hjartað: og Guð vil geva tykkum vit í bollan.