Teysin á TAKS leyg, at lógin er broytt, tí at tað vísti seg ikki at halda stikk, tá eitt sindur av trýsti varð sett til.
Tey koyrdu málið til SÍN LØGFRØÐING, tá ið tey sóu at eg var altso ein treiskur knorlur, sum ikki lati meg syfta.
Eg kontaktaði so mín løgfrøðing, og bað hann vera kláran at verja meg.
So fann eg teldupost-samskiftið fram, ímillum meg og Kjartan, fyrrverandi leiðaran á TAKS, frá 2012, har hann gav loyvi til at fáa tað frítt ígjøgnum, undir hesum somu viðurskiftum. So sendi eg alt til STJÓRAN og ein annan á TAKS, og vísti til samskiftið ímillum meg og Kjartan, sum eg hevði viðheft, og segði, at eg hevði ONGASTAÐNI sæð eina ALMANNAKUNNGERÐ um lógarbroyting, og at eg hevði handlað útfrá tí orði, eg hevði fingið frá fyrrverandi stjóra á TAKS. So tosaði eg við tey í morgun og segði, at um tey settu hart ímóti hørðum, so hoyrdu tey frá mínum sakførara.
… tá glapp.
Snapp snapp!
Klapp klapp!!
Tramp tramp!!!
Harrin gav sigurin. Hansara er æran!
Kendi annars í andanum tá eg vaknaði í morgun, at sigurin var vunnin.
Takk og lov. Æran er Harrans!
TAÐ ER PÁVIN-SVANSI-TAÐ-SO-TIL IKKI GUDILIGHEIT AT LATA SEG SNURRA OG HUNSA SO TIL; – IKKI TALINGUR UM!
Hevur man rætt, so hevur man rætt. Og tað hevði eg!!!
Annaðhvørt er lógin broytt, ella ikki. Og tað er hon ikki; so eg HAVI rætt, og tí KRAVDI eg mín rætt.
Var eg ein óhjálpin gomul omma, so høvdu tey RÆNT meg inn á bein, og sogið merkin úr mær, TEIR LÚGVANDI DEVLAR TEY ERU.
(Annars vóru tey sjáldan til TAKS, ring at fáa fatur í.)
So tit fáa eina ókeypis Føroyska King James Bíbliu pladask í postkassan ein av døgunum, (innan tvey tey næstu árini; hvørt tú vilt tað ella ei. He he; bei bei).
Tit darwinistisku devlar kundu so hóskiliga kallað hetta: Survival of the fittest.
Kjopp kjopp!!
MONSJ MONSJ,
GOBBLE GOBBLE.