Oyrnakitl, Guðslæra av djevlum, og “celebrity” undirhald


1)   Innskridnir darwinistar skulu blakast út, NÚ!


2)   Innskridnir darwinistar skulu blakast út, NÚ!


3)   “Social Gospel” mótsatt gleðiboðskapi Christs, — Guðs kraft til frelsu (sí Róm 1:16  FKJ)


4)   Peninga-alskurin er rót als ils. (I. Tim. 6:10)


5)   Oyrnakitl, Guðslæra av djevlum, og celebrity undirhald


6)   Oyrnakitl, Guðslæra av djevlum, og celebrity undirhald


7)   Oyrnakitl, Guðslæra av djevlum, og celebrity undirhald


8)   Hata klæðið, blettað av kjøtinum


9)   Hvussu mangar lutir hann (Paulus) eigur at LÍÐA.
Vit eru tilskilaðir hartil (at líða; øll trúgvandi.)


 

Fyri mín part, so havi eg valt so fullkomiliga at halda meg frá kjakum, har menn ikki STANDA Á Guðs orði, men DISKUTERA TAÐ, um tað nú man vera so sum Guð hevur sagt.  ALLAR slíkar fundir EIGUR SATAN!!!.  Panelfundir, har eingin Heilag Bíblia finst, kann mann gloyma ALT um.  “Kristnir” darwinistar finnast ikki, tí um teir trúgva satanisku falslæru Darwins, so eru teir IKKI Christnir.  Man kann bara biðja fyri teimum, at teir tó máttu fingið náði til umvendingar, og máttu komist út úr Satans garni, sum teir eru innvavdir inní, samstundis sum man passar SERA VÆL uppá seg sjálvan, nú í hesum síðstu døgum; annars kann mann skjótt verða tikin av fótum, og tá er EINKIÐ vunnið.  Um tú ert nóg sterkur í skriftunum uppá forhond, og fert upp ímóti Satans herliði VIÐ ORÐINUM (sum Kent Hovind ger), so er alt í lagi, tí tað er einasti rætti mátin at gera slíkt uppá.  Men, eins og var við Jesusi, so skal nokk ein korrupt religiøs elita, saman við einum stati undir valdi hins ónda, liggja uppá lúr at fanga teg í orðum og seta teg í fongsul, – eins og eisini longu er vorðið gjørt við Guðs-mannin Hovind.  Bert at diskutera útfrá menniskjansligum logikki ber ongan veg frameftir, og í øllum førum ikki nærri Guði.  Tað verður bert ein endaleysur orðavavstur, sum troyttar øll, – ikki minst ein sjálvan, – og ber ONGAR FRUKTIR!!  Darwinistar, sum kalla seg kristnar, skuldu verðið kastaður út úr Guðs meinigheit høvd og hala, saman við øllum teirra villleidda falsboðandi devul-skúlaða harkaliði.  Ja, slíkir skuldu verðið FULLKOMILIGA útifrystir frá samfelagi teirra heilagu, samstundis sum øll tey sonnu Christnu áttu at biðið fyri slíkum innskridnum apostlum Satans, at teir tó máttu fingið náði til umvendingar, og ikki sluppu at skræða um seg sum teir vargar teir eru. Teir eru IKKI Christs, hava IKKI Anda Christs, hava havnað orðum Christs.  Ergo: Teir eru IKKI Christnir!!!

Sjálvur taki eg knívskornan avstand frá EINUM OG HVØRJUM, sum ikki góðtekur fyrstu tvær blaðsíðurnar í Heilagu Bíbliuni SO SUM TÆR TALA; og rokni hann slett og aldeilis IKKI sum ein bróðir.

Slíkir eru JÚST TEIR, sum apostulin Pætur ávaraði okkum um skuldu koma í síðstu tíð:

At tit mega vera minnugir um orðini sum vórðu talaði áður av hinum heilagu prophetum, og um boðið hjá okkum, ápostlum Harrans og Frelsarans:
3 Vitandi hetta fyrst, at tað skulu koma í hinum síðstu døgum spottarar, gangandi eftir sínum egnu lystum,
4 Og sigandi, Hvar er fyrijáttanin um hansara komu?  tí at síðan fedrarnir sovnaðu, halda øll ting áfram sum tey vóru frá byrjanini av skapanini.
5 Tí at hetta teir eru villigani óvitandi um, at við Guðs orði himnarnir vórðu í forðum, og jørðin, standandi út úr vatninum og í vatninum:
6 Við hvørjum heimurin, sum tá var, verðandi yvirfloymdur við vatni, glataðist:
7 Men himnarnir og jørðin, sum nú eru, verða við hinum sama orði hildin í varðveitslu, goymd at eldi ímóti deginum av dómi og glatan av ógudiligum monnum.
( II. Pætur 3:2—7  FKJ )


.. og Paulus skrivar til Titusar:
Hetta er ein trúføst framsøgn, og hesi ting vil eg at tú staðfesti støðugliga, at teir, sum hava trúð á Guð, máttu vera vandnir um at halda uppi góð verk.  Hesi ting eru góð og monnum gagnlig.
9 Men skýggja fávitskutar spurningar, og ættartøl, og trætur, og stríðingar um lógina; tí at tey eru ógagnlig og fáfongd.
( Titus 3:8—9  FKJ )


.. og hann gevur greið boð viðvíkjandi RANGLÆRARUM:
10 Ein mann, sum er ein ranglærari, eftir hina fyrstu og aðru ávaring avvís;
11 Vitandi, at hann, sum er slíkur, er rangvørgur, og syndar, verandi dómfeldur av sær sjálvum.
( Titus 3:10—11  FKJ )


.. og Paulus skrivar til Timotheusar:
2 Prædika orðið; ver í klárstøðu í tíð, uttanfyri tíð; írættaset, harta, formana við allari langmóð og Guðslæru.
3 Tí at tann tíð vil koma, tá ið teir vilja ikki úthalda heilnæma Guðslæru; men eftir sínum egnu lystum skulu teir hópa til sín sjálvs frálærarar, havandi skriðandi oyru;
4 Og teir skulu venda burt síni oyru frá sannleikanum, og skulu verða vendir at fáblum.
5 Men vak tú í øllum lutum, halt út líðingar, ger evangelists verk, ger fult prógv um tænastu tína.
( II. Tim. 4:2—5  FKJ )


.. og Harrin Jesus lærdi okkum:
15  ¶  Harafturat um bróðir tín skal misbrótast ímóti tær, far og sig honum hansara feil ímillum teg og hann einsamallar: um hann skal hoyra teg, hevurt tú vunnið bróður tín.
16 Men um hann vilji ikki hoyra teg, tá tak við tær ein ella tveir afturat, at við munninum á tveimum ella trimum vitnum hvørt orð má verða grundfest.
17 Og um hann skal vansketta at hoyra teir, sig tað við kirkjuna: men um hann vansketti at hoyra kirkjuna, lat hann vera tær sum ein heiðin maður og ein tollari.
( Matth. 18:15—17  FKJ )


So at vit hava fingið greið boð í Guðs orði um hvussu vit eiga fyrihalda okkum yvirfyri falslærarum.  Og um hirðar og elstar ikki tíma og ikki vilja gera nakað við at rætta upp uppá tingini, ja, so kundi tað skjótt kostað teimum nokkso fitt av teirra løn í himli, um teir tá náa hagar.


Jesus ávarar í Opinberingini:
14 Men eg havi nøkur fá ting ímóti tær, av tí at tú hevurt har teir sum halda Guðslæru Bálaams, sum lærdi Bálac at kasta ein snávingarstein fyri børn Ísraels, at eta ting, sláturofrað skurðgudum, og at fremja siðloysi.
15 Soleiðis hevurt tú eisini teir sum halda Guðslæru Nicolaiitanna, hvat ting eg hati.
16 Vend um; ella annars vil eg koma at tær skundisligani, og vil berjast ímóti teimum við svørði munns míns.
17 Hann sum hevur oyra, lat hann hoyra hvat Andin sigur við kirkjurnar; Til hansara, sum yvirvinnur, vil eg geva at eta av hinum fjalda manna, og vil geva honum ein hvítan stein, og í steininum eitt nýtt navn skrivað, sum eingin maður kennir uttan hann sum fær hann.
18 Og einglinum hjá kirkjuni í Thýatíru skriva; Hesi ting sigur Sonur Guðs, sum hevur eygu síni lík einum loga av eldi, og hansara føtur eru líkir fínum kopari;
19 Eg veit verk tíni, og vælvild, og tænastu, og trúgv, og tolmóð tína, og verk tíni; og hini síðstu at vera fleiri enn hini fyrstu.
20 Hóast hetta, eg havi nøkur fá ting ímóti tær, av tí at tú loyvirt hasi kvinnuni Jezebel, sum kallar seg sjálva eina prophetinnu, at frálæra og at tøla tænarar mínar til at fremja siðloysi, og at eta ting, sláturofrað skurðgudum.
21 Og eg gav henni bil til at venda um frá siðloysi sínum; og hon vendi ikki um.
22 Sí, eg vil kasta hana inn í eina song, og teir, sum fremja hordóm við henni, inn í mikla trongslu, uttan so teir vendi um frá gerðum sínum.
23 Og eg vil drepa hennara børn við deyða; og allar kirkjurnar skulu vita, at eg eri hann sum rannsakar nýruni og hjørtuni: og eg vil geva hvørjum og einum av tykkum samsvarandi við verkini hjá tykkum.
24 Men tykkum sigi eg, og restini í Thýatíru, so mongum sum hava ikki hesa Guðslæru, og sum hava ikki kent dýpdir Satans, sum teir siga; Eg vil leggja uppá tykkum onga aðra byrði.
25 Men tað, sum tit hava longu, haldið fast við til eg komi.
26 Og hann sum yvirvinnur, og varðveitir verk míni framat endanum, til hansara vil eg geva mátt yvir tjóðunum:
27 Og hann skal stjórna teimum við einum stavi av jarni; sum kerini hjá einum leirkerasmiði skulu tey verða brotin í flindur: enntá eins og eg fekk frá Faðir mínum.
28 Og eg vil geva honum morgunstjørnuna.
29 Hann sum hevur oyra, lat hann hoyra hvat Andin sigur við kirkjurnar.
( Opb. 2:14—29  FKJ ).


Hygg at hesum og fá skil aftur uppá bollan, eftir alla heilavaskingina sum tú ert vorðin bombarderaður yvirfyri av Satansa vitinskapi falsliga sokallaðum, og nú eisini av hansara innskridnu følsku apostlum:


20 O Timotheus, varðveit tað sum tær er litið til, skýggjandi vanheilagar og fáfongdar blabbanir, og mótstøður av vitinskapi – falsliga sokallaðum:
21 Sum, summir játtandi, eru farnir skeivir viðvíkjandi trúnni.  Náði veri við tær.  Amen.
( I. Tim. 6:20—21  FKJ )


(Vitinskapurin, falsliga sokallaður: DARWINISMA).
(Science, falsely socalled. KJB)


Tað er tað!