Orsakað av fáfrøði, sosialismu og landasviki, duga fjølmiðlafólk ikki at skriva Føroyskt



Orsakað av fáfrøði, dugir fjølmiðlafólkið ikki at skriva Føroyskt. Í summum førum er orsøkin óivað blindandi sosialistiski djevulin, sum ein partur er settur av, og í øðrum førum er flati danski sambandsandin, sum hevur gelt teirra sál og sum ger, at tey ikki eingong eru góð við Føroyar og Føroyskt mál. Slík eiga av røttum at fleingjast av. Landasvik? Kallar tú sambandsmenn fyri landasvíkjarar? Ja, at boyggja seg og geva upp stinnu, ronku Føroysku fólkasálina, og leggja seg flatan fyri dønum, kalli eg landasvik ganga sjey. Hásvik. Treason. Nossaloysi. Teirra hjarta er KALT fyri Føroyskum, tí hava teir eitt hjarta, sum ikki er ført fyri at fata, hvussu Føroyskt hongur saman. Hjartað er jú eisini undirmedvitið, og um tingini ikki hanga logiskt saman í tínum undirmedviti, so at tingini kennast røtt, so verður høvdið eisini eitt rót, umframt hjartað. Reis teg, Føroyingur, reis teg. (Eg skrivi Føroyingur og Føroyskt við stórum F við vilja. Tolir tú ikki tað, so kanst tú LUMP IT!)

Onnur tíðindi