Orðið tit er upprunaliga partur av setninginum í boðshátti fleirtal. Hetta sæst í Norrønum, gomlum Enskum, og viðhvørt enn í dag í Íslendskum. Ð’ið síðst í sagnorðinum kemur frá th ljóðinum í þið (thið), sum er tað orðið, sum kemur beint aftaná. Hetta ber prógv um, at orðið tit er upprunaligt og upprunaliga partur av boðshátti fleirtal. Tí er tað latið standa í FKJ.
Eg skrivi ER upprunaliga partur av. Tit vildu øll sagt VAR upprunaliga partur av. Tí at endatíðar maðurin er ein progressivur kloddi. Her halda vit okkum til tað upprunaliga, og verða ikki vikaðir ein pinn, sama hvør dámar ella ei.