Opið hevur opið ð

Gloymið ikki, míni kæru børn, at …
1 : Opið hevur opið ð
2 : Moðið hevur moðið ð
3 : Hevur sovið hevur forsovið ð
4 : Hevur knoðið hevur knoðið sær tvey ð
5 : Hevur knúlvað hevur knúlvað ð
6 : Hevur brotið hevur brotið ð
7 : Hevur klovið hevur klovið sær eitt ð
8 : Tími ikki tímir ikki at hava ð
9 : Brostið hevur brostið ð
10 : Hatta dekkið hevur slitið ð
11 : Sungið hevur sungið ð
12 : Hevur prumpað hevur ð (og kanska ringan búk)
13 : Hevur njósað hevur njósað út eitt ð
14 : Hevur rullað hevur rullað ð
15 : Hetta snýðið hevur tvey fitt ð
16 : Notið hevur notið sær eitt ð
17 : Hatta límið hevur límað sær eitt ð
18 : Hevur sovið hevur eitt úthvílt ð
19 : Dovið hevur dovið ð
20 : Hevur skoldað hevur skoldað ð
21 : Rotið hevur altíð rotið ð
22 : Brúka hevur ikki brúk fyri ð
23 : Hevur etið hevur etið sær eitt ð
24 : Einkið hevði einkið ð
……………………………….
Soleijis, míne kære bødn!
Nú sjilja tid, hvad eitt edd er fyri næga.
So nú kunne tid færa inn í hina spælestovina.
………………………………..

Guð gevi okkum lærarar, sum ELSKA OKKARA MÓÐUR TUNGU, og sum hava vilja til og sum eru førir fyri at leggja tann alskin í sínar næmingar.
Sólgerð S var ein. Og Steingrímur A við Gøtugjógv.
Her skulu aðrir bollar í suppuna, enn dansk-hjartaðir móðurmáls-svíkjandi prumpar við franskari uppafturhitaðari bollaleysari sós, uttan kós. Ja, mangt og hvat teir Guðleysu enn saman vevja.
Fjónar man ð’ið úr føroyskum, so hevur man eitt mál, sum ikki er eitt mál, men at líkna við Pigeon enskt, sum er eitt hálv-mál
to sleep_ = at sove = at sova = øll hava ending við einum, ella ongum stavi
I have slept = jeg har sovet = eg havi sov = øll hava eina líknandi ending, t, et, ið
to reckon = at regn< span style="color: rgb(30, 144, 255);">e = at rokna = øll hava ending við einum, ella tveimum stavum
I have reckoned = jeg har regnet = eg havi rokn = øll hava eina líknandi ending, ed, et, að

the testament = testamentet = testament = øll hava definitiva artikkulin the (d)et = (h)ið
Skal definitivi artikkulin tveitast út úr føroyskum?
So ert tú eitt tosshøvd!!
– Og kom ikki her og kalla teg “lærara”.
Meg lærir tú so ikki.
a smith = en smed = ein smiður
skal smiður kanska skrivast sum smiur?
seed = sæd = sáð
skal sáð kanska broytast til ?
Eg sá eitt sá????
tide (gl. en) = tid = tíð
skal tíð kanska skrivast sum ? (hvat so við orðinum ?)
with = med = mit(tý) = við
skulu vit nú kanska til at skriva vi?
“e hæve ikje tí at tosa vi te baint nú, tí ain mævur bíar ettir mær”. 


Álvaratos!
Hav tú tín egna dovinskap og býttleika fyri teg sjálvan, og ikki spilla tíðina hjá okkum hinum, sum enn hugsa.
Hvør tann, sum yvirhøvur nevnir, at ð’ið skal fjónast úr føroyskum, burdi verðið kannaður, um hann er heilt í ordan í
ovastu hædd. 
Er hann lærari, so skuldi hann verðið hiiivaður heim til hús; (tilsaman við hvørjum ófrelstum Baaaaals Jeze-mette-bels-presti).

“Da broders” yviri í Bronx, sum ikki brúka fleiri enn 500 orð, og duga einans 3000 orð, eru nøkur dovin, dýrisk beist, líka omanfyri hundastøðið.
“Lærarar”, sum vilja fjóna ð’ið úr føroyskum, eru nøkur dovin, dýrisk beist, líka omanfyri hundastøðið. Teir tíma ikki at læra næmingarnar tað, sum teir vóru ov dovnir at læra seg sjálvir.

Hvat varð av góðu gamaldags terpingini?
Og hasi rennvátu, flúgvandi tvøðuni?

Jú, hasar Gudleysu, javnaðarnissurnar koppaðu øllum á høvdið uppá 20 ár.

Eg havi altíð elskað ð,
tí at minst til: Havi elskað hevur elskað ð.
Onnur tíðindi