Opið bræv til allar saltleysar kristnar politikarar

Góði kristni politikari; góði ________

Sum tit vita, so hevur sodomu-andin gjørt innrás inn í Føroyar. Tað hendi í 2012, longu fyri 10 árum síðani, og í 2017 koppaði landið á liðina siðaliga: sodomitar skuldu nú kunna giftast borgarliga.

Eg sakni at hoyra fleiri kristnar politikarar klárt tala ímóti hesi andstygdini, tí at hetta kunnu vit líka lítið góðtaka sum slaktan av óføddum børnum. At vera kristin er enn at trúgva og fylgja Bíbliuni, – ikki lógarpakkum frá ES. Sodomusyndin er eitt tekin um endatíðina, og Jesus segði, at eins og dagar Nóa og dagar Sodomu og Gomorruh vóru, soleiðis skulu dagarnir áðrenn Menniskjusonurin kemur aftur vera (Lukas 17:26-30). Guðs orð ávarar, at tá ið Guð dømdi Sodomu og Gomorruh, so setti hann teir býirnar fram sum eitt fyridømi fyri tey, sum seinni fóru at liva ógudiliga, sum merkir, at tá ið fólk fóru at gera tað sama sum tey gjørdu har, maður við manni og kona við konu, so fáa tey sama dóm sum tey. Hetta umfatar ikki bara gerararnar, men eisini viðhaldsfólkið.

Fyri mær, so er tøgnin hjá teimum flestu av teimum kristnu politikarunum óhugnalig, og so vítt eg veit, hava bara tveir ella tríggir úttalað seg klárt og ótvítýðugt, at teir eru ímóti politiskari blástempling av hasi ótespiligu syndini.

Eg má siga, at um onkur av tykkum ikki síggja og vita, at leysgeving og blástempling av hasum er sera álvarsamt fyri land og fólk, so kenna tit ikki tykkara Bíbliu. Hatta biður um Guðs eldsliga dóm yvir land og fólk. Hetta gongur ikki órevsað. At síggja so nógvar av tykkum trúgvandi politikarum ístaðin geva vallyftir um vælferð og enn betri kor, og orðingar í rætning av, at Føroyar skulu vera fyri øll, tað rópar fyri mær um, at tit yvirhøvur ikki hava Guð við tykkum inn á ting. Ein flokkur hevur tó klárt sagt, at hann vil arbeiða fyri teimum kristnu lívsvirðunum. Hví eru tit ikki uppi í tí flokkinum? Hevði tað verið ov víðgongt ella hvat? Íðan, eru ikki politikararnir í Tjóðveldi, Framsókn og Javnaðarflokkinum víðgongdir í sínum gudloysi? Skammast teir við tað? Opinbært ikki líka nógv sum tit skammast við Jesus og hansara orð. Hvat eru tit sum trúgvandi farnir upp í politikk til, um tað ikki er fyri at ávirka landið soleiðis, at Guðs ríkis lærur sita væl og enn betri her á landi? Og hvat merkir ein slík útsøgn sum “Føroyar skal vera fyri øll” í 2022, uttan tað, at enntá sodomitarnir skulu skammleyst kunna folda seg út, sæð í ljósinum av, at man ongantíð klárt hevur sagt, at man er ímóti hasi andstygdini? Ein og hvør útsøgn verður jú tulkað í tráð við ta samtíð, hon verður søgd í, og hvørji mál eru uppi í tíðini osv.

Vita tit ikki, at Rómverjabrævið kapitul eitt flokkar tey, sum hava fragd í sodomitusku syndini saman við tey, sum gera hana, og at Guðs orð sigur í vers 32, at tey, sum hava fragd í tí, eru verd til deyða tillíka við gerararnar, sum er, tá ið Guð umsíðir dømir við eldi av himni, sum í okkara føri man vera nakrar hundrað kjarnorkubumbur frá Putin og Kina omanyvir Evropa? Í dag er hetta veruligari enn nakrantíð, og fer uttan iva at koma, eftir míni meting.

So at tað er tykkum heilt klárt, so endurtaki eg, at Guðs orð sigur altso tvær ferðir, í II. Pætur 2:6 og Judas vers 7, at tá ið Guð dømdi Sodomu og Gomoruh, so setti hann teir býirnar fram sum eitt fyridømi (eitt eksempul) fyri tey, sum seinni í tíðini fóru at liva ógudiliga, sum er, at gera tað sama sum tey, og Róm. 1:32 sigur, at tað eru ikki bara gerararnir, sum eru sekir, men eisini tey, sum hava fragd í hasum. Tit, sum standa við valdinum í landinum í dag, standa tí í eini sera vandasamari støðu, tí at tað verður skrásett hvat tit siga, ella lata vera við at siga, og hvørji mál tit umsita, og um tað verður til frama fyri skammleysa gudloysinum, ella ímóti tí. Tað verður altso hugt gjølla eftir, hvørjumegin tit spenna í andligu togtoganini yvir Føroyum: Guðs ríkis megin, ella Sátans megin. Hetta er altso veruleikin!

Sammøðraskapur kann sjálvandi ikki góðtakast sum eitt gyldugt mál yvirhvøvur av nøkrum sonnum kristnum. Tað kundi langomma tín sagt tær, men hon er farin, so tí má eg heldur skriva tykkum øllum nøkur bersogin orð. Eg óttist altso Guð uppum nakran mann ella devil.

Altso, hava tit onga andliga kumpass? Verða tit virkiliga leidd av ES, Danmark og KVF? Tað hjálpir ikki at siga, at nú eru hasar lógirnar komnar ígjøgnum, og so mugu vit bara handla harútfrá, tí at Guð viðurkennir ikki sataniskar lógir og tí kann eiheldur hansara fólk gera tað. At maður og maður og kona og kona skuldu kunna giftst borgarliga, ættleiða børn og liva sum gift, er ein satanisk lóg. At tvær konur, sum liva saman sum hjún, yvirhøvur skulu hava nakra sanktión frá landsins myndugleikum til ættleiðing ella arving, er jú ein botn satanisk lóg, sum eingin kristin kann standa modell til; ikki uttan hann er ein falskur kristin, ella fráfallin. Tvey av sama kyni verða ALDRI hjún undir Guði, bara undir og av Sátan og hansara tænarum. So uttan mun til, hvat er vorðið samtykt, so kunnu vit kristnu ikki annað enn boykotta hatta fult og heilt, kosta hvat ið kosta vil. Alt annað er at geva devulskapinum vælsignilsi.

Eg øtist yvir tøgnina hjá teimum flestu av tykkum, sum man veit, skulu eitast fyri at vera kristin fólk. Tykkara abbar og ommur høvdu staðið líkbleik og gløtt eftir tykkum og sagt, at tit heilt víst munnu vera síðsta ættarliðið, áðrenn Guð dømir heimin við eldi (sí II. Pætur 3:10). Tey høvdu fallið á knø og biðið inniliga til Guðs fyri tykkum, at hann mátti opnað eygu tykkara og bjargað tykkum, tí at samsek eru tit, sum sita á evstu rók, og spæla fólkalig og halda munn. Hava tit latið propagandørarnar á KVF (Kyns Villingarstovni Føroya) forgandað tykkum? Eg gloypi ikki einum orði frá teimum!

So eg havi skomm av tykkum. Kalli tykkum navnkristin. Kalli tykkum til umvendingar.

Eitt eitur breyðprophetur, so at eitt má tí eisini eita breyðpolitikari. Í Kongabókunum funnust óndir kongar, sum loyvdu og vendu blinda eygað til tilbiðjan av Baal, at tey ofraðu børnini til Baal, og sum toldu og loyvdu sodomu-syndina, men tá ið umsíðir ein góður kongur kom, so sum Ása, so rak hann sodomitarnar út úr landinum (I. Kong. 15:12). Guðs orð rósar honum – ikki hinum!. Um ein kongabók hevði verðið skrivað um politikararnar í Føroyum frá 2000-2022, hvat hevði skriftin so sagt um teg? Eg helt, at um man var kristin, so var tað tað allar ovasta og tað allar fyrsta man var, og so arbeiddi man útfrá tí í øllum lívsins viðurskiftum, arbeiðum og embætum. Tað gongur nógv longri enn bara til at vera fólkaligur. Sum sniðgevi havi eg sagt NEI til onkrar ríkar, stórar kundar, t.d. Hvonn í Havn, eg noktaði at gera brennivínslýsingar, og misti tey sum kunda. So be it! Rætt og rangt – rættvísi – verður enn dømt um út frá Guðs lóg, teimum tíggju boðunum, Guðs æviga standardi. At vera kristin politikari burdi verið eitt kall, og er tað tað, so má man væl saktans fremja tað kallið eftir Guðs orðs lærdómum, ikki tíðarandanum í endatíðini. Tað kann ikki írokna at lova gudloysinginum enn meira vælferð, meðan hann er á kós í helviti við turbo kraft. Summi av tykkum, fyri ikki at siga 98% av tykkum, koma at hava nógv at svara fyri á dómadegi. Tá vaska tit tað dumma smílið av andlitinum og koma niður av tykkara høgu jeepum. Tá minnast tit mínar ávaringar.

Tann, sum tegir, hann samtykkir. Tveir hava so ikki tagt ella samtykt. At so ein er klárt ímóti drápi av óføddum børnum, er gott, men hvar er klára útsøgnin ímóti sodomu-ólevnaðinum? Deyðatøgn! Altso, vita tit ikki av, at “samkyndur” er eitt spildurnýtt orð, sum medvitað er latið í hugtøk, sum skulu broyta almennu hugsanina um tað, sum enn einkið annað er enn synd og skendska? Nækni keisarin er latin í lygn. Samkyndur ljóðar kanska penari enn reyvari, men í Guðs eygum er tað enn synd, akkurát sama syndin. Tú kanst pudra syndina og bara brúka jalig orð um hana, men Guð sær tvørturígjøgnum hyklaríið. Hann verður ikki snýttur. Og eingin er føddur so. Guðs orð sigur klárt í Róm. 1, at tey fóru frá tí náttúrliga umganginum til tann sum er ímóti náttúruni. Hatta er tí eitt medvitað val, nakað, sum fólk geva seg út í, og tá kanska broytist kjøtið; hatta finst ikki í teirra DNA ella kromosomum, bara einum forvirraðum sinni. Hvat mundi abbi tín halda um, at tveir menn liva saman sum giftir? Hmm? Ella enn betur: Hvat heldur Guð! Altso, tú trýrt á hann, ikki sannheit? Íðan, leggur tú nakað í, hvat hann sigur um tað? Um ikki, so haldi eg, at tú skalt bara siga sum er: at tú ikki ert ein kristin, men ein hyklari og ein mammons-tilbiðjari; ein breyðpolitikari, sum spælir kristin.

Vælsignaður veri Miðflokkurin. Vælsignaður veri Jenis av Rana. Vælsignaður veri Jógvan á Lakjuni; og má Guð geva honum frið og hvíld eftir drúgva og trúgva tænastu sum ein sannur kristin politikari við viti í bollanum, ryggi, nøs og bliiiibum. Tit, sum nú stilla upp, hava nógva sálarrannsaking at gera. Eg og onnur eygleiða tykkum; og eisini Guðs einglar; og alt verður skrásett.

Eg vil tykkum tað besta, og biði fyri tykkum til tað síðsta, til bomburnar byrja at flúgva. Men, heilt erligt: Summum av tykkum ivist eg í, hvussu eg skal biðja: um tað er um Guðs signing, styrking og leiðslu, ella um, at Guð má kalla og frelsa tykkum. Fyri at vera á tí tryggu síðuni, fari eg at biðja um bæði. Men tveir kristnar politikarar havi eg sæð síðstu tíggju árini. At fáa eyga á teir, var ikki ringt, tí at alt hitt var líka.

Hetta bræv er sent øllum politikarum, sum eg og øll hini vita, kalla seg kristnar, men duga ómetaliga væl at fjala tað. Tó Jenis og Jógvan undantiknir. Vendið um; farið aftur og lesið tykkara Heilagu Bíbliu; I. Mósebók 19; Róm. 1; I. Corinth 6; II. Pætur 2 & 3; Judasarbræv, og so alla ígjøgnum. Folda so hendur, og bið Guð inniliga um at styrkja teg at gera tað, tú veitst er rætt, og fyri tað doyggj um so má vera.

-Heilaga, fedra sterka trúgv, okkum í sál tak ævigt búgv.

Sjúrður-FKJ-Højgaard.

P.S.
Í Guðs bók, enntá út úr Guðs egna munni, er tað eitt tekin um fráfall og at dómur stendur beint fyri framman, at konur valda. Tak tína Bíbliu og les Esaiah 3:12. Eg veit so, at Guð hevur rætt, um tit so ikki viðurkenna hann. Einaferð fara tit at gera tað, tað er víst. Tá fari eg at skoyta uppum økslina á høvuðseinglinum, og hyggja eftir mimuni.

So hvørjum tænir tú: Guði, ella hesum bersyndiga fólkinum?

Tilognað:
Kára–Tunnilsmunni–Højgaard
Gerhard–braveheart tá ið tað kemur til tunnil, men ikki til Guðs ríki–Lognberg
Magnus–Sammóður–Rasmussen
Jaspur–ímóti Abort men ikki sodomusyndini–Langgaard
Edvu–nikkidukku–Jacobsen í liberala flokkinum B
Frimodt–einkið frímóð–nú ímóti at hava prinsippir–Rasmussen
Helga–hvar er títt hjarta–Abrahamsen
Mercedes–GLS1.6–Gunnleygsdóttir
Símun Jóannesarson–kom nú–Hansen
Bill Justinussen
ímóti porno–Steffan–men ikki eitt bjefs ímóti sodomu–Poulsen
Karstin–hvar stóð hann–Hansen

Mynd: Judas.

Onnur tíðindi