Ikki hóskiligt at lýsa neyðtøku niður í smámunir í almennum útvarpi


Góðu tit á KVF.

Eg haldi ikki, at tað er hóskiligt, at fáa slíkar grafiskar lýsingar um tríggjar pervertar, sum neyðtóku eina neyðars seytjan ára gamla gentu í havnini. Yvirskriftin skuldi sloppið at staðið fyri seg. Hon segði nokk. Grafisku detaljurnar vóru fullkomiliga óhóskiligar at verða varpaðar í almennum úrvarpi, og tað enntá í sunnudagsdøgverðatíð. Góðu kunnu tit ikki hugsa tykkum betri um, hesum viðvíkjandi.

Eftir míni metan eru tvey ting, sum almennir miðlar ikki eiga at lýsa út í æsir, tað er morð og siðamisbrot, tí at tað veika sinnið orkar ikki at fáa slíkt gjølla lýst; tú plantar myndir í teirra huga, sum vilja órógva tey og kunnu freista hin veika út í tað sama, til dømis í rúsaðum tilstandi. Slíkt verður altso fremjandi, ikki doyvandi. Skilji tann, ið kann.

Sjúrður.

(Sent til KVF og VP, 23. februar).

Onnur tíðindi