15 At hvørsumhelst ið trýr á hann skuldi ikki glatast, men hava ævigt lív.
16 ¶ Tí so elskaði Guð heimin, at hann gav eingitna Son sín, at hvørsumhelst ið trýr á hann skuldi ikki glatast, men hava ævigt-varandi lív.
( Jóh. 3:14-16 FKJ )
5 Hesin tá er boðskapurin sum
vit hava hoyrt av honum, og kunngera
tykkum, at Guð er ljós, og í
honum er als einkið myrkur.
6 Um vit siga at vit hava samfelag
við hann, og ganga í myrkri,
ljúgva vit, og gera ikki sannleikan :
7 Men um vit ganga í ljósinum,
eins og hann er í ljósinum, hava
vit samfelag hvør við annan, og
blóð Jesu Christs Sonar hansara
reinsar okkum frá allari synd.
8 Um vit siga at vit hava onga
synd, svíkja vit okkum sjálv, og
sannleikin er ikki í okkum.
9 Um vit játta syndum okkara,
hann er trúfastur og rættvísur at
fyrigeva okkum syndir okkara, og
at reinsa okkum frá allari órættvísi.
10 Um vit siga at vit hava ikki
syndað, gera vit hann ein lygnara,
og orð hansara er ikki í okkum.
( I. Jóh. 1:5-10 FKJ )
4 ¶ Og teir ferðaðust frá Hór
fjalli eftir vegi Reyða-havsins, til at
kringfara land E´-dóm-s : og sálin
hjá fólkinum var mikið mótfallin
uppá grund av veginum.
5 Og fólkið talaði ímóti Guði,
og ímóti Mósesi, Hvørsvegna hava
tit ført okkum upp úr Egyptalandi
til at doyggja í oyðuni? tí at tað
er einkið breyð, eiheldur er nakað
vatn ; og vári sál stendst við hetta
lætta breyðið.
6 Og Harrin sendi eldsligar
høggormar millum fólksins, og
teir bitu fólkið ; og nógv fólk av
Ísrael doyði.
7 ¶ Tí kom fólkið til Móse,
og segði, Vit hava syndað, tí at
vit hava talað ímóti Harranum,
og ímóti tær ; bið at Harranum,
at hann taki burt høggormarnar
frá okkum. Og Móses bað fyri
fólkinum.
8 Og Harrin segði við Móses,
Ger tær ein eldsligan høggorm,
og koyr hann uppá eina stong :
og tað skal bera á, at hvør tann
sum er bitin, tá ið hann hyggur
uppá hann, skal liva.
9 Og Móses gjørdi ein høggorm
av messing, og koyrdi hann uppá
eina stong, og tað bar á, at um
ein høggormur hevði bitið nakran
mann, tá ið hann skoðaði høggormin
av messing, hann livdi.
( Nummur 21:4-9 FKJ )