15  At hvørsumhelst ið trýr á hann skuldi ikki glatast, men hava ævigt lív.
  16 ¶ Tí so elskaði Guð heimin, at hann gav eingitna Son sín, at hvørsumhelst ið trýr á hann skuldi ikki glatast, men hava ævigt-varandi lív.
 ( Jóh. 3:14-16  FKJ )
   5  Hesin tá er boðskapurin sum
 vit hava hoyrt av honum, og kunngera
 tykkum, at Guð er ljós, og í
 honum er als einkið myrkur.
   6  Um vit siga at vit hava samfelag
 við hann, og ganga í myrkri,
 ljúgva vit, og gera ikki sannleikan :
   7  Men um vit ganga í ljósinum,
 eins og hann er í ljósinum, hava
 vit samfelag hvør við annan, og
 blóð Jesu Christs Sonar hansara
 reinsar okkum frá allari synd.
   8  Um vit siga at vit hava onga
 synd, svíkja vit okkum sjálv, og
 sannleikin er ikki í okkum.
   9  Um vit játta syndum okkara,
 hann er trúfastur og rættvísur at
 fyrigeva okkum syndir okkara, og
 at reinsa okkum frá allari órættvísi.
   10  Um vit siga at vit hava ikki
 syndað, gera vit hann ein lygnara,
 og orð hansara er ikki í okkum.
 ( I. Jóh. 1:5-10 FKJ )
   4 ¶ Og teir ferðaðust frá Hór
 fjalli eftir vegi Reyða-havsins, til at
 kringfara land E´-dóm-s : og sálin
 hjá fólkinum var mikið mótfallin
 uppá grund av veginum.
  5  Og fólkið talaði ímóti Guði,
 og ímóti Mósesi, Hvørsvegna hava
 tit ført okkum upp úr Egyptalandi
 til at doyggja í oyðuni? tí at tað
 er einkið breyð, eiheldur er nakað
 vatn ; og vári sál stendst við hetta
 lætta breyðið.
  6  Og Harrin sendi eldsligar
 høggormar millum fólksins, og
 teir bitu fólkið ; og nógv fólk av
 Ísrael doyði.
  7 ¶ Tí kom fólkið til Móse,
 og segði, Vit hava syndað, tí at
 vit hava talað ímóti Harranum,
 og ímóti tær ; bið at Harranum,
 at hann taki burt høggormarnar
 frá okkum. Og Móses bað fyri
 fólkinum.
  8  Og Harrin segði við Móses,
 Ger tær ein eldsligan høggorm,
 	og koyr hann uppá eina stong :
 	og tað skal bera á, at hvør tann
 	sum er bitin, tá ið hann hyggur
 	uppá hann, skal liva.
  9  Og Móses gjørdi ein høggorm
 av messing, og koyrdi hann uppá
 eina stong, og tað bar á, at um
 ein høggormur hevði bitið nakran
 mann, tá ið hann skoðaði høggormin
 av messing, hann livdi.
 ( Nummur 21:4-9  FKJ )
 
				 
	