Ein sera góð tala av Forbes Morrison frá Australia
HETTA viti eisini, at í hinum
síðstu døgum skulu
koma váðasamar tíðir.
2 Tí menn skulu vera elskarar
síns egna sjálvs, ágirndarsamir,
reyparar, hugmóðigir, Guðs-spottarar,
óhoyriligir móti foreldrum,
ótakksamir, vanheilagir,
3 Uttan náttúrligan alsk, sáttmálabrótarar,
falskir ákærarar,
ósærstýrligir, harðligir, vanvirðarar
av teim sum eru góðir,
4 Svíkjarar, framlopnir, uppblásnir,
elskarar av njótingum
meira enn elskarar av Guði;
5 Havandi ein form av gudiligleika,
men avnoktandi kraftina av
honum: frá slíkum vend burtur.
( II. Tim. 3:1-5 FKJ )
Christi likam var, er og verður altíð eitt.
Har er einkið at stríðast fyri.
Einig, ella óeinig kemur ikki sakini við; falslærandi ella rættlærandi kemur sakini við.
Rættlærarar eru innanfyri, falslærarar uttanfyri. (Sí II. Jóh. v. 9 og I. Jóh. 4:1-6 FKJ)
Ert tú frelstur, so ert tú í Christi likami og eitt við Christi likam.
Ert tú ófrelstur, so ert tú ikki í Christi likami og ikki eitt við Christi likam.
Á, hvat fólk altíð gera so einfaldar lutir fløktar.