O avkom av eiturormum, hvør hevur ávarað tykkum at flýggja frá hini komandi vreiðini?

1

2

3

4

5
 24  Men tykkum sigi eg, og restini
í Thý-a-ti´-ru, so mongum sum
hava ikki hesa Guðs-læru, og
sum hava ikki kent dýpdir Satans,
sum teir siga; Eg vil leggja uppá
tykkum onga aðra byrðu.
 25  Men tað sum tit hava longu
haldið fast til eg komi.
( Opb. 2:24-25  FKJ )

 16  Men skýggja vanheilagt og
fáfongt skvaldur: tí teir vilja vaksa
at meiri ógudiligleika.
 17  Og orð teirra vil eta eins og
ger ein kolubrandur: av hvørjum
er Hy-me-næ´-us og Phi-le´-tus;
 18  Hvørjir viðvíkjandi sannleikanum
eru farnir skeivir, sigandi
at uppreisnin er umliðin longu; og
velta um koll trúnna hjá summum.
 19  Hóast hetta, grundvøllur
Guðs stendur tryggur, havandi
hetta innsigli, Harrin kennir teir
sum eru hansara. Og, Lat hvønn
tann sum nevnir navn Christs
víkja frá misgerð.
( II. Tim. 2:16-19  FKJ )
7 ¶ Men tá ið hann sá mangar
av Pharisearunum og Sad-du-ce´-
arunum koma til dóps síns, segði
hann við teir, O avkom av eiturormum,
hvør hevur ávarað tykkum at
flýggja frá hini komandi vreiðini?
( St. Matth. 3:7  FKJ )

 3 ¶ Tí Heródes hevði lagt hald á
Jóhannes, og bundið hann, og sett
hann í fongsul fyri He-ró-di´-as-ar
søk, konu Philippusar bróðurs
síns.
 4  Tí Jóhannes segði við hann,
Tað er ikki lógligt hjá tær at hava
hana.
 5  Og tá ið hann vildi hava tikið
hann av lívi, óttaðist hann mannfjøldina,
av tí at tey roknaðu hann
sum ein prophet.
 6  Men tá ið føðingardagur
Heródesar varð hildin, dansaði
dóttir He-ró-di´-as-ar frammi fyri
teimum, og toknaði Heródesi.
 7  Við hvat hann lovaði við einum
eiði at geva henni hvatsumhelst
hon vildi biðja um.
 8  Og hon, verandi áður undirvíst
av móður síni, segði, Gev
mær her høvur Jóhannesar Doyparans
á einum fati.
 9  Og kongurin varð syrgin: hóast
hetta, vegna eiðarins, og teirra
sum sótu við honum til matar,
beyð hann at tað skuldi verða givið
henni.
 10  Og hann sendi, og hálshøgdi
Jóhannes í fongslinum.
 11  Og høvur hansara varð borið á
einum fati, og givið til gentunnar:
og hon førdi tað til móður sínar.
 12  Og lærusveinar hansara komu,
og tóku upp likamið, og jarðaðu
tað, og fóru og søgdu Jesusi.
( St. Matth. 14:3-12  FKJ )

Onnur tíðindi