Nútíðar Grikskt-talandi drumbar kunnu skilja T.R. Nýggja Testamentið, uttan trupulleikar; hoyr tað frá munni Grikka á gøtum Grikkalands, á sumri hins Harrans árs 2019



Lygnin, at Bíbilskt Grikskt er HEILT nakað annað enn dagsins Grikskt, verður søgd, fyri at lyfta seg upp uppum almúguna, seta seg upp sum millumgongumenn ímillum Guð og menn; hetta er priest-craft, nicolaiisma enn einaferð.
Grikskt er eitt heilt vanligt mál, líka sum Enskt og Føroyskt eru; og tað er ikki meira broytt síðstu 2000 ár, enn hvat Enskt er síðstu 500 ár, ella Íslendskt síðstu 1100 ár. Tað er sum hjá einum Íslendskt talandi manni at lesa Edduna og annað.

Gandakenda Grikska hjá nútíðar alexandranarunum, so sum James White, er ein total LYGN.

Ávaring: Anderson er Baptist, og lærir teirra osas (eifaf) falslæru, sum kemur fram síðst í videonum, har hann enntá sigur: “I could even murder somebody, and still go to heaven, because I can’t loose my salvation”, og so er hann hartil ein jøda-hatari og jøda-avnoktari. Men eg leggi hetta video út, tí hetta poengið um Grikskt er so avdúkandi og virðismikið í stríðnum ímóti nútíðar alexandrisku lygnini, og pakkinum sum trýstir tað.

Ja, soleiðis ganga hasir babsarnir og “osast”, .. men onkuntíð kemur onkur gullmoli. Jú jú, meir enn so, tí frelstir eru teir jú. Dú á dú. Pø à pø.

Onnur tíðindi