Nú fegnist eg, ikki at tit vórðu gjørdir syrgnir, men at tit syrgdu til umvendingar

 6  Hóast hetta, Guð, sum uggar
teir sum eru niðurboygdir, uggaði
okkum við komu Titusar ;
 7  Og ei við komu hansara eina,
men við teirri troyst við hvørji
hann varð uggaður í tykkum, tá ið
hann segði okkum frá inniligu tráan
tykkara, venan tykkara, brennandi
huga tykkara mótvegis mær ;
so at eg frøddist tess meira.
 8  Tí tó eg gjørdi tykkum syrgnar
við einum brævi, eg iðrist
ikki, tó eg iðraðist : tí eg varnist
at hin sami epistil hevur gjørt
tykkum syrgnar, tó tað var bert
í eina tíð.
 9  Nú fegnist eg, ikki at tit vórðu
gjørdir syrgnir, men at tit syrgdu til
umvendingar : tí tit vórðu gjørdir
syrgnir eftir gudligum háttalagi,
at tit máttu móttaka skaða av
okkum í ongum luti.
 10  Tí gudlig sorg virkar umvending
til frelsu, ei at verða
iðrað um : men sorg heimsins
virkar deyða.
 11  Tí skoðið sjálvan henda
sama lut, at tit syrgdu eftir gudligum
slag, hvat ídni tað virkaði
í tykkum, ja, hvørja reinsan av
tykkum sjálvum, ja, hvørja harmavreiði,
ja, hvønn ótta, ja, hvørja
ógvusliga tráan, ja, hvat vandlæti,
ja, hvørja hevnd! Í øllum lutum
hava tit prógvað tykkum sjálvar at
vera reinar í hesi søk.
( II. Cor. 7:6-11  FKJ )

Ja, lat tað so vera til umvendingar; ikki til ennvíðari hjarta-herðingar.

Onnur tíðindi