Nú er at móttaka KÆRLEIKAN TIL SANNLEIKANS, og standa óvikiliga fastur í sannleikanum. Villleiðingin í dag er øgilig

 7  Tí misgerðar-loyndardómurin
virkar longu : einans hann hvør
nú heldur aftur vil halda aftur,
inntil hann verði beindur burtur
av veginum.
 8  Og tá skal hasin Vondi verða
opinberaður, hvønn Harrin skal
upptæra við anda munns síns, og
skal oyðileggja við bjartleikanum
av komu síni:
 9  Enntá hann, hvørs koma er eftir
virkan Satans við allari kraft og
tekinum og ljúgvandi undurum,
 10  Og við øllum villleiðiligleika
av órættvísi í teimum sum glatast;
av tí at teir móttóku ikki kærleikan
til sannleikans, at teir máttu verðið
frelstir.
 11  Og fyri hesa grund skal Guð
senda teimum kraftmikla villu, at
teir skuldu trúgva eini lygn:
( II. Thess. 2:8-11  FKJ )

Legg til merkis, at tað stendur ikki, at teir ikki høvdu sannleikan, men at teir MÓTTÓKU IKKI KÆRLEIKA TIL SANNLEIKANS.
Við øðrum orðum, so høvdu teir sannleikan, men teir vildu ikki elska hann. Tí sendi Guð teimum kraftmikla villu, og teir trúðu til síðst eini lygn.
Altso: FRÁFALL.

Endatíðarinnar stóra fráfall.
… og so kemur anti-christ.

Fylgi ONGUM MANNI. Standi Í Guðs orði: KJB/FKJ.
Hvar stendurt tú?
Elskart tú Guðs orð?
Ella trýrt tú lygnini hjá hesum svikapropheti anti-christs?

Onnur tíðindi