Nú veit Nietche, at Nietche er deyður; og at Guð livir
Frímúrararnir Nietche og Marx spotta ikki Guð niðri í helviti. Nú vita teir betri; (teirra stóru skegg fóru “PUFF” upp í royk). Hvussu er vorðið við tær? Hmm?
Nietche sigur ikki niðri í helvitis eldi, at Guð er deyður. Nú veit Nietche, at Nietche er deyður. Guð (og eg) vita, at Nietche var ongantíð livandi. Hann var, og er, deyður. Deyður.
Tú, sum gongur á studentaskúla: VARA TEG! Verð ikki tikin av fótum av sataniskum lótum.
Men, teirra satanisku tankar eru her enn (eg vil ikki siga “liva” enn, tí teir eru av deyðanum!!). Teir úlma í slíkum hel-holum sum JAVNAÐARFLOKKINUM, FRAMSÓKN, TJÓVAHARRAVELDISFLOKKINUM, og í GUÐLEYSUM STUDENTASKÚLALÆRARUM yvir eina langa strípu. Lesur tú Nietche ella Marx, og heldur teir vera eitt einasta petti áhugaverdar, so ert tú í ferð við at verða innvavstraður inn í Satans lygnargarn, ella kanska ert tú í verandi stund longu eitt fullvaksið helvitis barn. Guð veit!.
Nú ert tú so í sonnum kærleika ávaraður um hetta. Nú er títt at snúgva nøsini burt frá devulsins tænarum, og venda um til Jesus Christ. Ger tað í dag!