Fyri okkum Christnu merkir hatta, at lykkjan verður spent tættari og tættari um hálsin, inntil vit til síðst mugu annaðhvørt fara í útlegd til eitt triðja heims land, ella ganga her heima og eta tara, ella verða læst føst í onkrum NWO gegli niðri á meginlandi Evropu, har vit til síðst missa høvdið, ella verða rykt upp hiðani. Enntá so, kom, Harri Jesus.
  Og eg sá trónur, og teir settust
 uppá tær, og dómur varð givin
 teimum: og eg sá sálir teirra sum
 vórðu hálshøgdir fyri vitnisburð
 Jesu, og fyri orð Guðs, og sum
 høvdu ikki tilbiðið djórið, eiheldur
 mynd hansara, eiheldur høvdu
 móttikið merki hansara uppá ennir
 síni, ella í hendur sínar ; og teir
 livdu og ráddu við Christi eitt
 túsund ár.
 ( Opb. 20:4  FKJ )
    11  Og eg skoðaði eitt annað
 djór komandi upp út úr jørðini ;
 og hann hevði tvey horn líka sum
 eitt lamb, og hann talaði sum ein
 dreki.
  12  Og hann útinnir allan máttin
 hjá hinum fyrsta djóri frammi
 fyri honum, og elvir jørðini og
 teim sum dvøljast hará at tilbiðja
 hitt fyrsta djórið, hvørs deyðiliga
 sár varð grøtt.
  13  Og hann ger mikil undur,
 so at hann ger at eldur kemur
 niður frá himni á jørðina í eygsjón
 manna,
  14  Og villleiðir teir sum dvøljast
 á jørðini, við brúkinum av hasum
 kraftaverkunum sum hann hevði
 mátt at gera í eygsjón djórsins ;
 sigandi til teirra sum dvøljast á
 jørðini, at teir skuldu gera eina
 mynd til djórsins, sum hevði sárið
 av einum svørði, og livdi.
  15  Og hann hevði mátt at geva
 mynd djórsins lív, at mynd djórsins
 skuldi bæði tala, og volda at
 so mangir sum vildu ikki tilbiðja
 mynd djórsins skuldu verða dripnir.
  16  Og hann veldir øllum, bæði
 smáum og miklum, ríkum og
 fátækum, fríum og trælum, at
 móttaka eitt merki í høgru hond
 sína, ella í ennir síni :
  17  Og at eingin maður mátti
 keypa ella selja, uttan hann sum
 hevði merkið, ella navn djórsins,
 ella tal navns hansara.
  18  Her er vísdómur. Lat hann
 sum hevur skil telja tal djórsins:
 tí tað er tal eins mans ; og tal hans
 er Seks hundrað og trísinstjúgu og
 seks.
Opinberingin 13:11-18 FKJ:
Upplýsingar úr Føroyum, sum verða latnar Danmørk, verða eisini uttan iva lætnar Brússel og Washington, har sæti Satans er.
 
				