49 Sí, henda var misgerðin hjá tíni systur Sodomu, hugmóð, fullsemi av breyði, og ríkiligsemi av yrkisloysi var í henni og í døtrum hennara, eiheldur styrkti hon hondina hjá tí fátæka og tørvandi.
50 Og teir vóru hástórir, og framdu andstygd frammi fyri mær: tessvegna tók eg teir burtur sum eg sá gott.
(Ezekiel 16:49-50 FKJ)
22 Tú skalt ikki liggja við mannkyni, eins og við kvennkyni: tað er andstygd.
(Leviticus 18:22 FKJ)
13 Um ein maður eisini liggi við mannkyni, eins og hann liggur við eini kvinnu, báðir av teimum hava framt eina andstygd: teir skulu vissuliga verða tiknir av lívi; teirra blóð skal vera uppiá teimum.
(Leviticus 20:13 FKJ)
12 ¶ Og menninir søgdu við Lot, Hevurt tú her nakran umframt? verson, og synir tínar, og døtur tínar, og hvatsumhelst tú hevurt í staðinum, før teyút úr hesum plássinum:
13 Tí at vit vilja oyða hetta stað, av tí at rópið av teimum er vaksið mikið frammi fyri andliti HARRANS; og HARRIN hevur sent okkum at oyða tað.
(Genesis 19:12-13 FKJ)