Tvey undarlig pør av blindaðum Alexandriskum Ariskum uppsnissaðum nissum, tað má eg siga!
At pástanda, at Jesus Christus hevur upphav og uppruna, og at Guð Faðir skapti hann sum sítt fyrsta verk í forðum.– Ikki hoyrt so skaft! Átaluvert frá fyrsta upphavi, nú, og um allar ævir. Haldi eg háli teir eftir oyrunum og taki teir báðar niðastu uppá lærið, tá ið eg komi til himins. Hasar báðar ovastu havi eg ONGA vón ella trúgv um at møta í himni. Teir ýla í helviti. Knokkin í blokkin. Teir báðir ovastu endurlívgaðu Satans perverteraða tekst úr djevulsins gnostisku Alexandriu; teir báðir niðastu týddu hann í bestu trúgv, við bindi fyri starblind eygu. At kalla hatta Alexandriska lortið, teir góvu tykkum, fyri Guðs orð, er niðanfyri alt lágmark, og er einkið minni enn Guðsspott, tí hatta boðar tykkum ein annan og ein FALSKAN Jesus, – ein ariskan, “jehova-vitni jesus”!. (allir stavir lítlir við vilja). Myrkrið verður í hesum døgum avdúkað og dømt av ljósi Guðs orðs. Eitt rungandi Aleluia fyri tí, og eini tvey trý A’-men, siga vit øll í senn;
– tað veit denn!. P.S. Munnu hasir báðir niðastu hava sama anda sum hvør annar?
Havi mangan hugsað um tað. Har er eingin líkleiki ímillum teir.
Teir hava so ikki sama Anda sum eg, tað veit eg at siga við vissu.
Andin og orðið hanga óslítiliga fast saman. Og orðið, tað havi eg; og hvørgin av teimum.
Og tað er mær meir vert enn allar bønirnar og minuttirnir hjá Iktus og Diktus og Lindini og católsku Skrindini tilsamans.
Nógv meir.
Týð tann ið kann, og smíl; alt meðan blindur spottandi stoddari stendur og spítur og sigur fý, og nærum eingi eru blíð.