Menn, sum kalla seg “prestar” í dag, eru harradømistilrænarar (nico-lai-it´-ar); klovnar í apuklæðum (ella apur í klovnaklæðum); baals-tilbiðjandi kanni-baal-ist-ar



Síðan 10. Apríl ár 32, eru øll frelst prestar í myndarligum týdningi; bara éin er prestur í bókstavligum týdningi: okkara høvuðsprestur Jesus Christus. Vit hava bert éitt altar: altarið, sum Christus ofraði sítt blóð á í hinum mest heilaga plássi í himni.

Lutheranarar í dag mugu vakna. Tit eru á veg aftur út í myrkrið, undir aftur antichrist í Róm, haðanifrá tit komu fyri 500 árum síðani. Fáið fingurin út úr nøsini, rubbið tykkum, gnubbið tykkum, og … vaknið!


Nico-lai-it´-ur:
Nico = at herska, … laity = almúga.
nicolaiitur = ein, sum spælir herskari ímillum Guðs fólk; t.e. ein, sum ger seg til millumgongumann ímillum Guð og menn; t.e. ein, sum tilrænir sær tað plássið sum er Christs aleina; tvs ein antichristus. Tykkara prestar eru antichristar; enn ein forleinging av forhexaða pontifexinum í Róm.

Católskar catekismur siga enntá, at ein prestur er “ein annar christus, tá hann messar”. ( sí her )

Ja, handan skøkjan ber so sanniliga á enni sínum Guðsspottanar nøvn, (sí Opbinberingina 13:1 og 17:3).

Onnur tíðindi