Mátti til havnar henda valdagin at prædika niðri á vaglinum henda almikla avgerðar dag í heili trý korter við villum manér uttan besvér

Nú hetta ovurhonds avgerandi val er í hondum, mátti eg gera eitt rend til høvuðsstaðin við bannara og FKJ Nýggja Testamenti í hond, stilla meg beint uttanfyri býráðshúsið hjá Heðini sodomukongi og prædika ímóti hasi sodomu lygnini í eini trý korter óræddur.

Tú burdi verið har.
Hvat varð so sagt?
Jú, so beintframligani at til er Guð, skapari himins og jarðar, øll hava syndað og skorta Guðs dýrd og hava kós ímóti ævigari glatan, um tey ikki nú venda við til Jesus Christ; at Guð hevur gjørt ein útveg gjøgn Son sín Jesus Christ, og við at venda sær um til hansara, taka ímóti honum og trúgva á fullgjørda verk hans á Golgatha, verður ein frelstur, endurføddur, og er á veg til himins.
Rómverjabrævið kapitul 1 varð lisin og klárt víst á, at handan andstyggiliga sodomu-syndin, har kvinna fer við kvinnu, og maður við manni, er tann syndin, sum er strikan, har Guð gevur fólk yvir til eitt afturkastiligt sinni, og tá er teirra kós fult stillað til sjálvastu glatan í helviti.
Sjálvandi varð ávarað ímóti hasum svikaprophetunum upp úr helviti, Jógvani Fríðrikssyni og Marjunu Beck, sum enntá í Guðs navni vilja gera Guð til lygnara, og prædika sín egna humanistiska, falska gleðiboðskap, har tey lúgva, at Bíbliunnar ringasta synd ikki longur er synd. Alt fyri manntokka.
Sært tú: tá teirra ringu syndir og lygnir ávirka alt landið; tá spari eg ei tungubandið.
Ja, hetta er eitt mikið avgerðar val í dag. Um fólk velur javnaðarflokkin, framsókn og tjóðveldisflokkin, so velur tað Djevulin á ting, og Føroyar verða gjørdar til eitt fløytandi Sodoma og Gomorrah við Guðs vreiði-skálum í væntu. Vit liva altso í síðstu tíð.
Vei einum landi, hvørs løgmaður og høvuðborgar-stjóri eru kongar Sodomu og Gomorruh, høvdið í hvørs kirkju er ein fúlur lygiprophetur, og hvørs fíggjarmálaráðharri er ein lúgvandi, snikutur, stjalandi Judas. Tað sigur jú nógv um fólkið.
Her skulu aðrir bollar í suppuna.
Jú, jú, og meðan eg stóð har gekk løgmaður framvið, og sjálvandi varð rópt eftir honum, at hann er ein lygnari og villleiðari, tá ið hann sigur við fólkið, at sodomu-syndin ikki er so syndig kortini. Og so dittar hasin ormurin saman við Heðin so falskir at vísa seg til bønardagin hjá teimum Christnu, har man stendur saman um Bíbilsku familjuna og sjálvandi ímóti sodomu-syndini, – samstundis sum teir alment hava verið talarar og almennir verjar av Sodomu-syndini á LGBT svans-fundum á Ólavssøku 2012. Sikken eitt cirkus. Sikken nakrir reyv-rendir, djevulsins, lúgvandi, snikutir, smikrandi, falskir, lortenda-frímúrara-kloddar og ormar. Tað má eg konstatera uttan at blunka, tí tað er syrgiliga satt. Opinbart alt fyri høga løn.
Ein tvísintur maður er óstøðugur í øllum sínum vegum. (Ják. 1:8 FKJ)
Komið aftur til Ísraels Guðs, Jehovah, og Son hans Jesus Christ. Og tveitið nú Djevulin úr hjartanum schwups út.
Óblandað.
Við røstum bollum í suppuni.
Schwups út.
Pína knút!.
Og Guð er mær ikki vreiður aftaná. Nei, fái hans tokka so beint framaná og í hjartað. Jamen, hann sendi meg jú við einum mannakorni Matthæus 10:32-33, og gav mær aftaná I. Corinth 9:24-25 í løn. Ja, æviga løn.
Drøn drøn. (Í tí bláa bilinum).
P.S. Tú burdi sæð andlitið á spottarunum, tá ið eg segði: Eg skíti á, hvat tit halda um nakaðsumhelst, ella hvat tit spilla og lúgva og reingja út á fjesbukk. Venda tit ikki um, so er heita helviti tykkara æviga heim. 
Andlitini duttu á gólv.
Kom nú. Ver djarvur.
Fullkomnan frið aftaná.
Troyttur; men sælur.
Og so sita tey Guð-leysu í bilinum og rysta sítt lygn-fylta høvd, tá man møtir teimum.
Rínur ikki við.
Fullkomiliga heilavaskaður.
Alt spulað so skínandi reint við Guðs orði. (síggj Ephesus. 5:26)
(FKJ, sjálvandi)
He, he.

Onnur tíðindi