Matthæus 23 propheterað omanyvir dagsins skriftlærdar og pharisæarar, hyklarar, sum enn selja sannleikan fyri mammon og manntokka

1
2
3
TÁ talaði Jesus til mannfjøldarinnar,
og til lærusveina sína,
 2  Sigandi, Hinir skriftlærdu
og Phariseararnir sita í stóli
Mósesar:
 3  Alt, tessvegna, hvørjumsumhelst
ið teir bjóða tykkum at geva
ans, tí gevið ans og tað gerið; men
gerið ikki tit eftir verkum teirra: tí
teir siga, og gera ikki.
 4  Tí teir binda tungar byrðar og
svárligar at verða bornar, og leggja
tær á herðarnar á monnum, men
teir sjálvir vilja ikki fl yta tær við
einum fi ngri sínum.
 5  Men øll verkini hjá sær gera
teir fyri at verða sæddir av monnum:
teir gera breiðar minnisreimar
sínar, og vaksa um kantarnar á
klæðum sínum,
 6  Og elska hini ovastu sætini í
veitslum, og hinar fremstu sessirnar
í synagogunum,
7 Og heilsanir á torgunum, og
at verða kallaðir av monnum,
Rabbi, Rabbi.
 8  Men verðið ikki tit kallaðir
Rabbi: tí ein er Meistari tykkara,
enntá Christus; og allir tit eru
brøður.
 9  Og kallið ongan mann faðir
tykkara uppiá jørðini: tí ein er
Faðir tykkara, sum er í himni.
 10  Eiheldur verðið tit kallaðir
meistarar: tí ein er Meistari tykkara,
enntá Christus.
 11  Men hann sum er størstur
millum tykkara skal vera tænari
tykkara.
 12  Og hvørsumhelst ið skal
upphevja seg sjálvan skal verða
lækkaður; og hann ið skal eyðmýkja
seg sjálvan skal verða
upphevjaður.
 13 ¶ Men vei tykkum, skriftlærdum
og Pharisearum, hyklarum!
tí tit lata aftur kongadømi
himins ímóti monnum: tí tit
hvørki ganga inn sjálvir, eiheldur
loyva tit teimum sum eru farandi
inn at ganga inn.
 14  Vei tykkum, skriftlærdum og
Pharisearum, hyklarum! tí tit
oyðeta húsini hjá einkjum, og á
kvamsvís halda langa bøn: tessvegna
skulu tit móttaka tess størri
heldøming.
 15  Vei tykkum, skriftlærdum
og Pharisearum, hyklarum! tí tit
ferðast um sjógv og land fyri at
gera ein prosilytt, og tá ið hann er
gjørdur, gera tit hann tvífalt meiri
helvitis barnið enn tit sjálvir.
 16  Vei tykkum, tykkara blindu
vegleiðarar, sum siga, Hvørsumhelst
ið skal svørja við templið,
tað er einkið; men hvørsumhelst
ið skal svørja við gull tempulsins,
hann er ein skuldnari!
 17  Tykkara dárar og blindu: tí
hvørt er størri, gullið, ella templið
sum halgar gullið?
18 Og, Hvørsumhelst ið skal svørja
við altarið, tað er einkið; men
hvørsumhelst ið svør við gávuna
sum er uppiá tí, hann er sekur.
 19  Tykkara dárar og blindu: tí
hvørt er størri, gávan, ella altarið
sum halgar gávuna?
 20  Hvøriðso tessvegna skal svørja
við altarið, svør við tað, og við
allar lutir hará.
21 Og hvøriðso skal svørja við
templið, svør við tað, og við hann
ið býr harí.
 22  Og hann ið skal svørja við
himin, svør við trónu Guðs, og
við hann ið situr hará.
 23  Vei tykkum, skriftlærdum
og Pharisearum, hyklarum! tí tit
gjalda tíggjund av myntu og dild
og kumman, og hava útilatið hini
tyngru málsevni lógarinnar, dóm,
miskunn, og trúgv: hesi áttu tit at
hava gjørt, og ikki at latið hini
eftir ógjørd.
 24  Tykkara blindu vegleiðarar,
sum síla frá ein mýggjabita, og
gloypa einum kameli.
 25  Vei tykkum, skriftlærdum
og Pharisearum, hyklarum! tí tit
gera reina útsíðuna á bikarinum
og fatinum, men innaní eru tey
full av peninganoyðslu og óhógvi.
 26  Tín blindi Phariseari, reinsa
fyrst tað sum er innaní bikarinum
og fatinum, at útsíðan á teimum
kann verða rein eisini.
 27  Vei tykkum, skriftlærdum og
Pharisearum, hyklarum! tí tit eru
líkir kálkaðum grøvum, sum víst
sýnast vakrar útvortis, men eru
innan fullar av deyðamannabeinum,
og av allari óreinsku.
 28  Enntá soleiðis eisini sýnast tit
rættvísir fyri monnum útvortis,
men innan eru tit fullir av hykli og
misgerð.
 29  Vei tykkum, skriftlærdum og
Pharisearum, hyklarum! av tí at
tit byggja gravir prophetanna, og
prýða gravhýsir hinna rættvísu,
 30  Og siga, Um vit høvdu verið
á døgum fedra vára, høvdu vit ei
verið luttakarar við teim í blóði
prophetanna.
 31  Hvørsvegna tit eru tykkum
sjálvum vitnir, at tit eru børnini at
teimum sum drópu prophetarnar.
 32  Fyllið tit tá upp mátið hjá
fedrum tykkara.
 33  Tykkara høggormar, tykkara
avkom av eiturormum, hvussu
kunnu tit komast undan heldøming
helvitis?
 34 ¶ Hvørsvegna, sí, eg sendi
tykkum prophetar, og vísmenn, og
skriftlærdar: og summar av teimum
skulu tit drepa og krossfesta;
og summar av teimum skulu tit
húðfl etta í synagogum tykkara, og
søkja at teimum frá staði til staðar:
 35  At uppá tykkum má koma
alt hitt rættvísa blóð úthelt uppá
jørðina, frá blóði rættvísa Abels at
blóði Zach-a-rï´-as-ar sonar Bar
achi´-as-ar, hvønn tit vógu millum
tempulsins og altarsins.
 36  Sanniliga sigi eg tykkum,
Allir hesir lutir skulu koma uppá
hesa ætt.
 37  O Jerusalem, Jerusalem, tú
sum drepurt prophetarnar, og
steinart teir sum eru sendir til tín,
hvussu ofta vildi eg havt savnað
børn tíni saman, enntá sum ein
høna savnar ungar sínar undir
veingir sínar, og tit vildu ikki!
 38  Sí, hús tykkara verður eftirlatið
tykkum oyði.
 39  Tí eg sigi tykkum, Tit skulu
ikki síggja meg hiðanfrá, fyrrenn
tit skulu siga, Vælsignaður er hann
sum kemur í navni Harrans.

( St. Matthæus kapitul 23, FKJ )
Á, so “hampiligur”, so “fólkaligur”, so “jaligur”, og so “tolsemisligur”, so “siðiligur”, so “dannaður”, ið Jesus var, …
í skreytseymaðum kjóla, við alstórum krossi á baki.
Jamen, góði Sjúrður, hvat feilar?
Øll eru glað:
Sodomitturin fær sítt, eg fái mítt, og ES stýrir.
Men Guð hava tit tveitt út.
.. hús tykkara (fólkakirkjan) verður eftirlatið tykkum oyði (og heiðið).


Hvat kann vera ønskriligari, enn eitt “siðiligt” Guð-leyst fólkakirkjufólk?
Onnur tíðindi