.. hann bardist við at lesa skramblið, og var um at sálast. So keypti hann KJB og las hana ígjøgnum uppá 48 dagar við gleði og lætta!!!! (júst sum eg, og mong, mong onnur)
Nei, vit eru ikki klikkað. Vit eru ikki ein “sekt”.
Hini eru sektin: tann Alexandriska sektin. Teirra hægsti myndugleiki er “doctor so and so”. Okkara hægsti og einasti myndugleiki er Guðs orð: KJB.
Ja, sektin er fjøldin, tey sonnu Bíbliu-trúgvandi eru ein leivd. Men leivdin fer at bera ávøkst í Guðs tíma, trúgvi eg.
Come on! Størsta “kirkja” í heimi, católska skøkjan, er størsta sekt í heimi.
Fjøld definerar ikki sannleika.
Mangir vóru svikaprophetarnir á døgum E-li´-ah; Guðs sanni prophetur var bert ein. Sannleikin definerar sannleikan. Fjøldin er einkið at fara eftir. Fjøldin er altíð heiðin og býtt; fjøldin gongur á breiða vegi í glatan, og skoytir ikki Guði ein tanka; og fjøldin av Christna fólkinum hugsar ikki nakaðsumhelst, men vil bara undirhaldast og kitlast.