 
 	Hann, ið hevur boð míni, og
 	heldur tey, hann tað er sum elskar
 	meg : og hann, ið elskar meg, skal
 	vera elskaður av Faðir mínum,
 	og eg vil elska hann, og vil geva
 	meg sjálvan til kennar fyri honum.
 	( Jóh. 14:21  FKJ )
 	 	Jesus svaraði og segði við
 	hann, Um ein maður elski meg,
 	hann vil varðveita orð míni : og
 	Faðir mín vil elska hann, og vit
 	vilja koma til hansara, og gera
 	okkara bústað hjá honum.
 	( Jóh. 14:23  FKJ )
 	 	 14  Fyri hesa grund eg boyggi
 	knæ míni at Faðir várs Harra
 	Jesu Christs,
 	 15  Av hvørjum heila familjan í
 	himni og á jørð verður nevnd,
 	 16  At hann vildi veita tykkum,
 	samsvarandi við ríkdómarnar av
 	síni dýrd, at verða styrktar við
 	mátti av Anda sínum í hinum
 	innara manni ;
 	( Eph. 3:14-16  FKJ )
 	 	 13  Men eg vildi ikki havt tykkum
 	at verið óvitandi, brøður, viðvíkjandi
 	teimum sum sova, at tit
 	syrgi ikki, enntá eins og aðrir sum
 	hava onga vón.
 	 14  Tí at um vit trúgva, at Jesus
 	doyði og reis aftur, enntá so teir
 	eisini, sum sova í Jesusi, vil Guð
 	føra við honum.
 	 15  Tí at hetta siga vit tykkum
 	viðˆ orði Harrans, at vit sum
 	eru á lívi, og verða verandi framat
 	komu Harrans, skulu ikki koma
 	fyrri enn teir sum sova.
 	 16  Tí at Harrin sjálvur skal stíga
 	niður frá himni við einum rópi,
 	við røddini hjá høvuðseinglinum,
 	og við lúðuri Guðs: og tey deyðu
 	í Christi skulu rísa fyrst :
 	 17  So skulu vit, sum eru á lívi
 	og eru eftir, verða rykt upp saman
 	við teimum í skýggjunum, at
 	møta Harranum í luftini : og so
 	skulu vit ævir vera hjá Harranum.
 	 18  Hvørsvegna troystið hvør
 	annan við hesum orðum.
 	( I. Thess. 4:13-18  FKJ )
 
				