Má Harrin Jesus Christus fylla teg, sum ert frelstur, við síni dýrd, og geva seg sjálvan til kennar fyri tær: hav nú olju á lampuni

Ver tú nú ein klár, brennandi brúðarmoyggj: Vit fara skjótt heim.

Hann, ið hevur boð míni, og
heldur tey, hann tað er sum elskar
meg : og hann, ið elskar meg, skal
vera elskaður av Faðir mínum,
og eg vil elska hann, og vil geva
meg sjálvan til kennar fyri honum.
( Jóh. 14:21  FKJ )

Jesus svaraði og segði við
hann, Um ein maður elski meg,
hann vil varðveita orð míni : og
Faðir mín vil elska hann, og vit
vilja koma til hansara, og gera
okkara bústað hjá honum.
( Jóh. 14:23  FKJ )

 14  Fyri hesa grund eg boyggi
knæ míni at Faðir várs Harra
Jesu Christs,
 15  Av hvørjum heila familjan í
himni og á jørð verður nevnd,
 16  At hann vildi veita tykkum,
samsvarandi við ríkdómarnar av
síni dýrd, at verða styrktar við
mátti av Anda sínum í hinum
innara manni ;
( Eph. 3:14-16  FKJ )

 13  Men eg vildi ikki havt tykkum
at verið óvitandi, brøður, viðvíkjandi
teimum sum sova, at tit
syrgi ikki, enntá eins og aðrir sum
hava onga vón.
 14  Tí at um vit trúgva, at Jesus
doyði og reis aftur, enntá so teir
eisini, sum sova í Jesusi, vil Guð
føra við honum.
 15  Tí at hetta siga vit tykkum
viðˆ orði Harrans, at vit sum
eru á lívi, og verða verandi framat
komu Harrans, skulu ikki koma
fyrri enn teir sum sova.
 16  Tí at Harrin sjálvur skal stíga
niður frá himni við einum rópi,
við røddini hjá høvuðseinglinum,
og við lúðuri Guðs: og tey deyðu
í Christi skulu rísa fyrst :
 17  So skulu vit, sum eru á lívi
og eru eftir, verða rykt upp saman
við teimum í skýggjunum, at
møta Harranum í luftini : og so
skulu vit ævir vera hjá Harranum.
 18  Hvørsvegna troystið hvør
annan við hesum orðum.
( I. Thess. 4:13-18  FKJ )

Onnur tíðindi