Man krevur at hava tunguna mitt í munninum, tá ið man skal orða seg rætt um rætta plássið hjá lógini hjá og fyri tí frelsta.
Um tú ert UNDIR lógini, so ert tú ikki frelstur, tí so ert tú giftur við lógini, og skildur frá Christi.
Øll eru annaðhvørt undir lógini, ella undir náðini. Ongantíð báðum.
Men lógin er tó ikki avtikin. ØLL, sum bróta tey tíggju boðini, synda, bæði frelst og ófrelst. Men vit frelstu eru gift við Christi, og eru undir náðini. Tey ófrelstu, sum ikki eru í Christi, eru eiheldur undir náðini, men verða á dómadegi dømd eftir lógini.
Sigur man, at lógin er púra úr gildi, so gevur øll tala um náðin als onga meining, tí at so hevur eingin syndað. Nei, lógin dømir okkum ØLL sum syndarar, og so kemur gleðiboðskapurin inn, og boðar okkum, at Jesus Christus er deyður fyri okkara syndir, og at vit kunnu verða frelst (bjargað frá okkara synd) við at taka ímóti hansara sáttargerð á krossinum.
Man má ikki falla í somu grøv sum Galatararnir, sum vóru gingnir fult undir Móselógina, høvdu umskorið seg osv. Paulus segði við teir, at teir vóru SKYLDIGIR TIL AT HALDA ALLA LÓGINA, og at teir vóru FALNIR FRÁ náðini.
MEN: vit ELSKA Guðs lóg, og vit halda hana: ikki fyri harvið at verða frelst, men av tí at vit ERU frelst. Har er himmalvíður munur á. Ein frelstur VIL halda lógina, tað fellur honum náttúrliga, tí at Guð býr í honum av sonnum.
Vit elska Guð við at halda boð hansara, tí at vit ynska ikki at synda ímóti honum.
Tí at lógin varð givin við Mósesi,
men náði og sannleiki komu við Jesusi Christi.
(Jóh. 1:17)