Lívið hjá King James kongi I av Skotlandi og VI av Stóra Bretlandi: hann var pávin-dansi-meg eingin sodomittur. Hasa stinkandi lygnina kunnu tit stinga uppaftur í trykkventilin

James var lukkuliga giftur við Onnu prinsessu úr Danmørk; og tey áttu nýggju børn saman.

Verandi hin fyrsti protestantiski kongurin í Onglandi, hevði hann nógvar católskar mótstøðumenn. Tá ið menn ikki kunnu oyðileggja ein mann við sonnum próvroyndum, so grípa teir til lygnina.

25 ár eftir at hann var deyður, fann ein av hansara heitastu católsku mótstøðumonnum uppá ta lygn, at hann skuldi hava verið sodomittur. Hendan lygnin byrjaði so at spreiða seg, fullkomiliga uttan nakað prógv. Tað er altso aldeilis ósatt. Eiheldur var hann siðleysur; tí at vanligt var tá í tíðini, at kongar fingu játtað stórar upphæddir til at hava hjákonur runt umkring: men King James gjørdi ongantíð brúk av teirri siðvenjuni. Hann helt seg til sína egnu hústrú, og tey vóru gift í mong ár.

King James var so mikið hóttur eftir lívinum, at hann hevði fýra lívvørðir hjá sær alla tíðina. Fyri at verja kongin sum best, svóvu teir enntá í sama rúmi sum hann: men tað er ikki prógv um nakaðsumhelst. Handa ljóta ákæra hevur einkið prógv aftanfyri sær. James skrivaði mangar bøkur og tær vísa ein mann, sum kendi Jesus Christ og Guð Faðir, sum óttaðist hann, og sum elskaði og virdi hans orð sera hátt.

James elskaði Bíbliuna. Longu fyrsta árið, hann var kongur í Stóra Bretlandi, setti hann í gongd arbeiðið at týða Heilagu Bíbliuna, og skuldi tað gerast so væl sum yvirhøvur gjørligt, sum síðan hevur hon verið mest útgivna bók nakrantíð: King James Bíblian.

Onnur tíðindi