Livandigjørdur “í andanum” (I. Pæt. 3:18 í J.D. & V.D) gevur rúm fyri TRIMUM falslærum


Livandigjørdur “í andanum” gevur rúm fyri TRIMUM falslærum:

1: At Jesus bara reis upp í andanum, sum eitt spøkilsi sum gongur í hamferð
2: At hann doyði andaliga (hvat Bíblian ikki lærir)

3: At hann mátti endurføðast, tá ið hann reis upp andaliga, tí at nýggj føðing – andaliga – er sjálv definitiónin av endurføðing.

Nei!!!

Hatta er DUNDRANDI rangt!!!

Hatta er Guðsspottilig, SATANISK ranglæra upp úr helviti, ígjøgnum Alexandriu, ígjøgnum Westcott & Hort, sum ikki dugir til meir enn ein lort, (í Egyptiskum sandi). Ei eg tað við meg blandi; her eg standi.

Jesus Christus varð livandigjørdur av Andanum, … quickened by the Spirit.

Tað einasta rætta er av Andanum:

18 Tí at Christus eisini hevur
eina ferð liðið fyri syndir, hin rættvísi
fyri hinar órættvísu, at hann
mátti føra okkum til Guðs, verðandi
tikin av lívi í kjøtinum, men
livandigjørdur av Andanum:
( I. Pæt. 3:18 FKJ )

… Andanum við STÓRUM A.

Tað var Andin, sum vakti upp Christ frá teimum deyðu:

11 Men um Andi hansara,
sum reisti upp Jesus frá teimum
deyðu, dvøljist í tykkum, skal
hann, sum reisti upp Christ frá
teimum deyðu, eisini livandigera
tykkara deyðiligu likam viðˆ Anda
sínum sum dvølist í tykkum.
( Róm. 8:11 FKJ )

Aðrar tilvísingar:
I. Pætur. 3:19 FKJ
(At Christus fór niður í Andanum og vitnaði fyri andunum í fongsli.)

II. Cor. 4:14 FKJ
(At vit skulu verða reist upp av Christi.

Opb. 1:19 FKJ
(At Christus reis upp við lyklum deyðans og helvitis.)

Eph. 4:8 FKJ
(At Christus, tá ið hann steig upp til hæddar, leiddi fangaskap til fanga (t.e. at tey heilagu frá Gamla Testamenti risu upp við honum, og fóru til himins við honum).

Matthæus 27:52-54 FKJ
(At mong av teimum heilagu risu upp likamliga, eftir
uppreisn Christs, og vórðu sædd í hinum heilaga staði).

Orðt. 8:22 FKJ
(At Christus, Guðs vísdómur, varð ikki skaptur sum Guðs fyrsta verk, men at Guð Faðir átti hann hjá sær, tá ið hann skapti.)

Micah. 5:2 FKJ
(At Christus hevur ongan uppruna, men er frá ævigtvarandi.)

I. Pætur. 4:1 FKJ
(At Christus leið fyri okkum í kjøtinum.)

I. Pætur. 3:18 FKJ
(At Christus leið fyri okkum í kjøtinum.)

Onnur tíðindi