Líti á Riplinger – dríti á White

– Eg líti á Guð, Guðs kirkju í Antiochia (sum varð væl upplærd av Paulusi), Tyndale, King James týðararnar, Peter S. Ruckman, Gail Riplinger; og Guðs Heilagu Bíbliu: King James Bíbliuna.

– Eg líti IKKI á Satan, hansara høvuðsstøð Alexandriu í Egyptaland, hasa følsku gnostisku kirkjuna hann hevði har, hansara høvuðs falslærara Origen, hansara blásta tekst-kritikara Griesbach, hansara lygnara Tischendorf, hansara ringastu børn Westcott & Hort, hansara lygnara James White, ella teirra “bíbliur”, sum teir spýggja út nú í endatíðini.

James White er ein fíggindi av Guðs orði, og tí eingin vinur mín.

Guð lovaði at varðveita síni orð (Psálmur 12:6-7). Tað lyftið stendur bara í tí reinu linjuni av Bíblium. Guð fekk ikki falslærandi gnostikarar niðri í Alexandria at varðveita síni orð. Tað fekk hann Christnu kirkjuna uppi í Antiochia at gera (sum var miðdepilin í Christnini longu á Paulusar døgum, uttanfyri Jerusalem).

Skriftin sjálv vísir, at Antiochia var miðstøðin og staðið, har teir fyrst vórðu kallaðir Christnir (tað sigur ikki so lítið):

Og tá ið hann hevði funnið
hann, førdi hann hann til An-tioch´-i-u.
Og tað bar á, at eitt heilt
ár savnaðu teir seg saman við
kirkjuni, og lærdu væl av fólki.
Og lærusveinarnir vórðu kallaðir
Christnir fyrst í An-ti-o´-chi-u.
( Gern. Ap. 11:26 FKJ )


– King James Bíblian rekur sínar røtur aftur til Antiochiu.

Skriftin sjálv talar ilt um Alexandriu ferð eftir ferð:

Fyrstu ferð Alexandria verður nevnt í Bíbliuni, er í sambandi við vantrúgvandi fólk, atsókn, og til endans deyða Stephans.
(Gern. Apostl. 6:9 & 7:54-60)

Næstu ferð, ið Alexandria verður nevnt, snýr tað seg um ein villfarnan prædikumann, sum mátti verða rættleiddur í Guðslæru síni.
(Gern. Apostl. 18:24-26)

Tvær tær síðstu ferðirnar, ið vit lesa um Alexandriu, er í Gern. Apostl. 27:6 og 28:11. Her síggja vit, at Paulus varð sigldur til deyða sín í Rom av tveimum skipum úr Alexandriu.

– Allar hasar modernau “bíbliurnar” reka sínar røtur aftur til Alexandriu.

Eg líti á vitnisburð skriftarinnar, og vraki James White, (sum ikki er petti hvítur, men ein krunkasvartur lygnari, og harafturat starblindur.)

Ja, eg líti á Riplinger, dríti á White.

Onnur tíðindi