Latum oss aldri gloyma trúbótina, og at skøkjan mikla broytist ongantíð, til Guð umsíðir dømir hana


https://www.youtube.com/watch?v=GAP-VfvClAs


Lít aldri á ein mann, høgan ella lágan, sum lifrar fyri tí sum Guð er ímóti, og sum er ímóti tí sum Guð er fyri, ella sum er ímóti tí sum er fyri Guði, —serliga tá ið tað kallar seg prest ella bisp.


OG har kom ein av teimum sjey einglunum sum høvdu tær sjey skálirnar, og talaði við meg, sigandi við meg, Kom higar; eg vil sýna tær dómin av hini miklu skøkju sum situr uppiá mongum vøtnum:
2 Við hvørji kongar jarðarinnar hava framt siðloysi, og íbúgvar jarðarinnar eru vorðnir gjørdir druknir við víninum av hennara siðloysi.
3 So hann bar meg burtur í andanum inn í oyðuna: og eg sá eina kvinnu sita uppiá einum skarlakslittum djóri, fult í Guðsspottanar-nøvnum, havandi sjey høvd og tíggju horn.
4 Og kvinnan var skrýdd í purpur og skarlaks lit, og dekkað við gulli og dýrabærum steinum og perlum, havandi eitt gylt bikar í síni hond fult av andstygdum og óreinsku av sínum siðloysi:
5 Og uppiá enni hennara var eitt navn skrivað, LOYNDARDÓMUR, BÁBYLON MIKLA, MÓÐIRIN AT SKØKJUM OG ANDSTYGDUM JARÐARINNAR.
6 Og eg sá kvinnuna drukna við blóði teirra heilagu, og við blóði Jesu martýra: og tá ið eg sá hana, undraðist eg við miklari undran.
7 Og eingilin segði við meg, Hvørsvegna undraðirst tú? eg vil siga tær loyndardómin um kvinnuna, og um djórið sum ber hana, sum hevur tey sjey høvdini og tíggju horn.
8 Djórið, sum tú sást, var, og er ikki; og skal stíga upp úr hini botnleysu avgrund, og fara inn í glatan: og teir, sum dvøljast á jørðini, skulu undrast, hvørs nøvn vórðu ikki skrivað í lívsins bók frá grundlegging veraldarinnar, tá ið teir síggja djórið sum var, og er ikki, og tó er.
9 Og her er hugurin sum hevur vísdóm. Tey sjey høvdini eru sjey fjøll, á hvørjum kvinnan situr.
10 Og tað eru sjey kongar: fimm eru falnir, og ein er, og hin er ikki enn komin, og tá ið hann kemur, má hann halda áfram eitt stutt bil.
11 Og djórið sum var, og er ikki, enntá hann er hin áttandi, og er av teimum sjey, og fer inn í glatan.
12 Og tey tíggju hornini, sum tú sást, eru tíggju kongar, sum hava móttikið einkið kongadømi sum enn er; men móttaka mátt sum kongar ein tíma við djórinum.
13 Hesir hava ein huga, og skulu geva djórinum mátt sín og styrki.
14 Hesir skulu føra kríggj við Lambið, og Lambið skal vinna yvir teimum: tí at hann er Harri harra og Kongur konga: og teir, sum eru við honum, eru kallaðir, og útvaldir, og trúfastir.
15 Og hann sigur við meg, Vøtnini, sum tú sást, har skøkjan situr, eru fólk, og fjøldir, og tjóðir, og tungur.
16 Og tey tíggju hornini, sum tú sást uppiá djórinum, hesir skulu hata skøkjuna, og skulu gera hana oydna og nakna, og skulu eta kjøt hennara, og brenna hana við eldi.
17 Tí at Guð hevur lagt í teirra hjørtu at uppfylla vilja sín, og at semjast, og geva djórinum kongadømi teirra, inntil orðini hjá Guði skulu verða uppfylt.
18 Og kvinnan, sum tú sást, er hasin mikli staðurin, sum ræður yvir kongum jarðarinnar.
(Opinberingin 17 FKJ)

Onnur tíðindi