Lat meg taka bjálkan úr tínum blinda eyga viðvíkjandi døming

Eg tilogni hetta innslagið øllum missiónsfólkum, baptistum, og pinsum, sum siga at eg dømi órættligani, men sum sjálv ikki vita fyrsta ting sum er at vita um nær døming kann finna sær stað, og nær døming er rong, av tí at tey samanbera ikki skrift við skrift, men hyggja uppá eitt eittans vers (Matthæus 7:1) einsamalt. Tey eru við øðrum orðum snævurskygdir, trongskygdir, blindir dømarar sjálvi (av mær), uttan at vita um hvat tey tala. Eg veit tað er so, tí eg kenni meginstreyms bíbliu-vanvirðandi kristindóms-humbukkið innanífrá.

Hjá einum og hvørjum prædikumanni ikki at siga akkurát sum er, er at villleiða fólkið niður í helviti. Tað vil eg heilsa tykkara bispi, og geva hann upp til Satan til oyðingina av kjøtinum, í Jesu navni.


Onnur tíðindi