Eg gjørdi ein mp3 ljóðfíl, tá ið eg hevði rættlisið Gamla Testamenti 7 ferðir. Síggi nú, at fílurin fylti 777,7 kb, hvørki meir ella minni. Um tú veitst nakað um Bíbliuna, so veitst tú, at talið 7 er Guðs tal, og merkir, at eitthvørt er fullkomið. Tú kanst meina, at tað er tilvildarligt; eg sigi, at tað er eitt sjónligt tekin frá Guði, at hann hevði og hevur sína hond við, í, og á, arbeiðinum. King James Bíblian er Guðs bók, 777; hasar følsku vaticansku “bíbliurnar”, sum Dahl og Victor eru partur av, eru anti-christs “bíbliur”, og teirra fingramerki er 666. Tað er ikki bara mín “meining”, eg VEIT tað at vera SYRGILIGA SATT.
Knokkin í blokkin.
BÓKIN er fullkomin, og eg slapp at týða hana ORÐ FYRI ORÐ.
Hvussu tørført kundi tað vera, ha?
Mikil heiður.
Solo Deo Gloria.