PERSÓNLIG TRÚGV OG JÁTTAN TIL FRELSU:
9 At um tú skalt játta við munni
tínum tann Harra Jesus, og skalt
trúgva í hjarta tínum at Guð hevur
reist hann frá hinum deyðu, so
skalt tú verða frelstur.
10 Tí við hjartanum trýr maður
til rættvísis; og við munninum
verður játtan gjørd til frelsu.
( Rom. 10:9-10 FKJ )
BLÓÐ LAMBSINS OG VITNISBURÐURIN:
Og teir yvirvunnu hann við
blóði Lambsins, og við orði vitnisburðar
síns; og teir elskaðu ikki
lív síni fram at deyðanum.
( Opb. 12:11 FKJ )
ANDANS VITNISBURÐUR:
16 Sjálvur Andin vitnar við anda
okkara, at vit eru børn Guðs:
( Rom. 8:26 FKJ )
– Orðini frá Baals prestinum:Tak nú við krossins merki fyri enni títt og fyri bróst títt, til vitnisburð um, at…, – eru
ein OKKULT TRØLLBINDING, sum IKKI bera frelsu, men loka úti frá tí sonnu frelsuni, og gera frelsu ómøguliga, so
leingi man stendur í hasi SATANISKU falslæruni..
– Orðini frá tí persónliga frelsta gjøgnum evangeliiboðan, trúgv og játtan:Eg trúgvi á krossarverk Jesu Christs mær
til frelsu, – bera boð um eitt endurloyst, frelst menniskja, sum ikki tørvar nakran “prest”, uttan høvuðsprestin Jesus Christ aleina.
Og viðvarandi álit á fullgjørdu sáttargerð hans eina ferð fyri allar.
Men trúgv á onkra kraft í onkrum MERKI er ikki Christin trúgv, men okkultisma.
Vit christnu trúgva ikki á nakað merki. Satan brúkar merkir til OKKULTA VIRKSEMI, vit frelstutrúgva áVERK Jesu
Christs á krossinum, tá ið Guðs Lamb varð gjørdur til synd og banning á forbannilsistræinum fyri okkum, í okkara rúm
og stað. Aleina tann trúgvin frelsir.
Krossins merki er ikki nakað sum helst, – men verkið, ið okkara FRELSARI gjørdi hará, er ALT!
Tá ið tú ert komin har til, so kann merki vera merki. Tá minnir merkið teg bara á verkið.
Verkið er, sum sagt, ALT!
ALT!
TÚ MÁST ALTSO HAVA PERSÓNLIGA TRÚGV Á FULLGJØRDA VERKIÐ OG GERARA TESS
NEVERMIND HATTA TRØLLBINDANDI SNAKKIÐ UM MERKI, ÓHEFT AV EVANGELIIBOÐAN, UMVENDING OG FRELSU.
HATTA ER EITT SPOTT OG EITT INNANTÓMT EITI.
Niðurstøða:
Fólkakirkjan er IKKI kirkja Jesu Christs í og fyri seg; men har finst enn eitt tandur, – sum er vorðið frelst á
missiónsvikum, – sum ikki enn hevur funnið útav at ragga sær út úr hasi baals-infiseraðu, søkkandi skútuni.
Kundi reformatión verðið gjørd innanífrá, – so fínt; men tað trúgvi eg ikki, kann gerast, so leingi sum læran er, at fólk
verða gjørd til Guðs børn við einum merki og eini bábyloniskari sprinklingar-handling.
EINGIN handling frelsir. BARA persónlig trúgv og játtan.
BØRNINI hjá FRELSTUR ERU FRELST ( Sí I. Cor. 7:14 FKJ )
Ergo: Barnadópur forbannar og ger frelsuna ómøguliga.
FAR Á EITT EVANGELISKT MØTI OG VERÐ FRELSTUR; OG VEND HASI SOKNU KIRKJUNI GUMPIN; JA, GEV
HENNI PRUMPIN!
EG KNELI SO IKKI FYRI NØKRUM BAAALSPRESTI FYRI NAKAÐSUMHELST!!!
HANN KANN VENDA SÆR UM, ELLA HALDA ÁFRAM TIL HELVITIS, TRØLLBUNDIN AV MERKJUM, VAFLUM, SJATTUM OG
HÁFLOYGDUM PLATONISKUM ORÐUM.
Tað er SATAN (ikki Guð), sum
gevur merkir til sínar eftirfylgjarar. Tað kallast initiering, og hevur sínar røtur heilt aftur til loyndardóms-átrúnað Bábylons
gevur merkir til sínar eftirfylgjarar. Tað kallast initiering, og hevur sínar røtur heilt aftur til loyndardóms-átrúnað Bábylons
16 Og hann (t.e. anti-christ) veldir øllum, bæði
smáum og miklum, ríkum og
fátækum, fríum og trælum, at
móttaka eitt merki í høgru hond
sína, ella í ennir síni:
( Opb. 13:16 FKJ )
Guð vil eiga títt hjarta,
nevermind at móttaka okkurt merki, og so liva lívið sum eitt helvitis barn, og so fara á kavheidnan prestaskúla í DK og koma aftur sum eitt tvífalt helvitis barn.
– Álvaranøs.
DÓPUR ER EINKIÐ MERKI, MEN EIN PERSÓNLIGUR VITNISBURÐUR UM TRÚGV:
Dópur er eingin okkult handling, har onkur serligur persónur teknar eitt serligt merki á títt enni!
Dópur er, at eitt frelst fólk stendur í vatni upp undir miðju saman við øðrum frelstum fólki, og annar tjupsar hin undir og so uppaftur til vitnis um, at hann ER grivin og upprisin saman við Christi til nýggjleika lívs í trúnni á hann.
Dópur er ein útvortis vitnisburður av einum innara veruleika.
3 Vita tit ikki, at so mangir av
okkum sum vórðu doyptir inn í
Jesus Christ vórðu doyptir inn í
deyða hansara?
4 Tessvegna eru vit grivnir við
honum við dópi inn í deyða: at
líka sum Christus varð reistur
upp frá hinum deyðu við dýrd
Faðirsins, enntá soleiðis skuldu
vit eisini ganga í nýggjleika lívs.
( Rom. 6:3-4 FKJ )
GUÐS ORÐS LOGISKA RAÐFYLGJA:
16 Hann sum trýr(1) og verður
doyptur(2), skal vera frelstur(3); men
hann sum trýr ikki skal vera
heldømdur.
( Mark. 16:16 FKJ )
(1): Trúgv
(2): Dópur
(3): Frelsa
Tjups.
Skvatt, skvatt.
… og hvussu er dópur í Skriftini?
Jú, soleiðis:
36 Og sum teir fóru á leið síni,
komu teir at einum ávísum vatni:
og hirðmaðurin segði: Sí, her er
vatn; hvat forðar mær at verða
doyptur?
37 Og Philippus segði: Um
tú trýrt við øllum hjarta tínum,
kanst tú. Og hann svaraði og
segði, Eg trúgvi(1) at Jesus Christus
er Sonur Guðs.
38 Og hann beyð vagninum at
standa stillur: og teir fóru niður
báðir inn í vatnið, bæði Philippus
og hirðmaðurin; og hann doypti(2)
hann.
39 Og tá ið teir vóru komnir
upp út úr vatninum, ..
( Gern. Ap. 8:36-39 FKJ )
.. altso, tín egna játtan(1) av tíni egnu trúgv á Jesus Christ, Son Guðs, og so djups(2) undir vatn.
Alt annað er nakað ræðuligt skvatt og juks.
EINGIN MILLUMVEGUR:
Eg var so ikki frelstur, fyrrenn eg varð frelstur.
Har er eingin millumvegur.
Har er eingin millumvegur.
Einkið eitur næstan ein Christin; men Bíblian talar um falsbrøður. Tað man nokk vera tilfeldið við hasum sprinklaðu sacramentalistunum.
Vend nú um, kom.
Og blív so pladask vátur, – og torna ongantíð aftur.